Fyrilestur í Løkshøll hin 27 oktober kl 19.00
Ein fyrilestur um dannilsi, etikk, sóma, sjálvsfatan – og kærleika
Hvat merkir dannilsi í okkara tíð, og hvussu kunnu vit læra at duga betri at møta hvørjum øðrum við virðing, sóma og næstakærleika? Í hesum áhugaverda fyrilestri gevur Katrine Lilleør eitt boð uppá, hvussu etikkur, sjálvsfatan og kærleiki hanga saman – og hvussu tey kunnu vegleiða okkum, bæði í persónliga lívinum og í samfelagnum annars.
Við klárari rødd, hvassari greining og heitari nærveru sameinir hon stóru spurningarnar í lívinum við hjartagóðsku og gevur luttakarunum nakað at hugsa um.
Ein dussur verður at fáa í steðginum
Um Katrine Lilleør
Katrine Lilleør er sóknarprestur í Sankt Pauls kirkju í Keypmannahavn og Ph.d. við eini ritgerð um H.C. Andersens ævintýr. Hon hevur skrivað fleiri bestseljarar og er bókaaktuell komandi ár við eini lestrarbók til allar sunnudagar í kirkjuárinum – við íblástri frá føroysku siðvenjuni við lestrarbókum. Hon er kend fyri sínar greiðu og kerligu meiningar í almenna orðaskiftinum og hevur í meira enn 20 ár havt fastan teig í Berlingske Tidende.
Hvar: Løkshøll
Nær: Mánakvøldið hin 27 oktober kl 19.00
Kostnaður: 295,- kr sum tú kann keypa her
Fyriskipari: Sjúkrarøktaretiska Ráðið








