Í døgunum 1.–3. oktober 2025 luttóku 15 limir í Fá3 á ráðstevnuni NOKIAS 2025 – Nordic Congress for Anaesthesia and Intensive Care Nursing, sum varð hildin í Keypmannahavn.
Evnið í ár var “Development and Education” – menning og útbúgving – og hetta sást aftur í øllum fyrilestrum og rundborðum gjøgnum dagarnar.
Umleið 400 luttakarar vóru savnaðir úr øllum Norðurlondum – Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi og Føroyum – til fakliga inspiratión og sosiala samveru. Kongressin savnaði hundraðtals sjúkrarøktarfrøðingar úr øllum Norðurlondum – ein gyltur møguleiki at læra, netverka og deila royndir
Enntá luttók eitt umboð úr Avstralia, ið greiddi frá heimsráðstevnuni innan anæstesi, sum verður í Brisbane í mai 2026 – nakað, sum hevur fingið fleiri av okkum av álvara at hugsa, um vit skulu fara henda langa teinin komandi summar.
Fyrsti dagurin – menning og fakligur samleiki
Ráðstevnan byrjaði við setanarrøðu frá Vicki Flygenring Gudmandsen, forkvinna í FSAIO (Fagligt Selskab for Anæstesi-, Intensiv- og Opvågningssygeplejersker) og Dorthe S. Nielsen, professara í sárbarleika við Syddansk Universitet. Røðurnar settu dent á týdningin av fakligum samleika og menning í sjúkrarøkt, serliga í eini tíð, har útbúgvingar verða styttar, og krøvini til heilsuverkið vaksa.
Professionellur identitetur

Mynd 2. Vitjan á Ríkissjúkrahúsinum
Dorthe S. Nielsen legði fram um professionellan identitet – hvussu fakligur samleiki byggir á bæði persónliga sjálvstøðu og yrkisliga siðvenju. Hann verður styrktur gjøgnum útbúgving, kliniska praksis og etiska refleksjón í samstarvi við starvsfelagar, sjúklingar og avvarðandi.
Ein greiður og sterkur identitetur tryggjar, at sjúkrarøktarfrøðingar kunnu taka ábyrgd fyri sínum leikluti og gera fakligar og etiskar avgerðir undir trýsti.
Ein góð arbeiðsmentan, har felags virði, opið samskifti og góðar fyrimyndir eru til staðar, gevur tryggleika og stuðul – bæði fyri sjúklingar og starvsfólk.
Sárbæri er partur av gerandisdegnum – hjá bæði sjúklingum og starvsfólkum – og krevur, at vit sum sjúkrarøktarfrøðingar skilja bæði objektiv viðurskifti og subjektiva uppliving.
Tíðartrýst og manglandi tilfeingi kunnu føra til “brutalization”, eina sjálvsverju, sum kann skerja virðing og umsorgan.
Tí er neyðugt við etiskari vitan, refleksjón og einum tryggum umhvørvi, har fakligur og menniskjaligur stuðul eru í miðdeplinum.
Við støðugari menning, etiskari vitan og opnum samrøðum kunnu vit styrkja bæði persónliga og fakliga samleika – og tryggja framhaldandi høgt støði í sjúkrarøktini.
Motivatión og orka

Mynd 3. Selfie saman við Chris MacDonald
Seinni sama morgun helt Chris MacDonald fyrilestur um motivatión og orku – hvussu vit sum menniskju eru ment til samstarv og rørslu, og hvussu hetta eigur at síggjast aftur í okkara arbeiði.
Ein inspirerandi fyrilestur, ið minti okkum á týdningin av at HUA – Hear, Understand, Accept – bæði sjúklingar og hvønn annan.
Nýggj gransking og faklig framgongd

Mynd 4. TRAUMOX2 fyrilestur
Ein stórur partur av ráðstevnuni var settur av til nýggjastu granskingina innan anæstesi- og intensivsviðið.
Serliga áhugavert var fyrilesturin um TRAUMOX2-studie’ið, ið samanbar restriktiva og liberala oxygenviðgerð til traumusjúklingar.
Niðurstøðan vísti, at ongin týðandi munur varð staðfestur millum restriktiva og liberala oxygenviðgerð – og at klinisk meting framvegis er lykilin í oxygenviðgerðini.
Eisini vóru áhugaverdar framløgur um PICS-F (Post-Intensive Care Syndrome – Families), har nýggja tilgongdin Caregiver Pathway vísir, hvussu vit kunnu stuðla avvarðandi eftir intensivviðgerð og minka um tekin til PTSD og strongd.
Tøkni, burðardygd og non-farmakologisk pínuviðgerð

Mynd 5. Postaraframsýning og framløga
Eitt annað evni, ið vakti áhuga, var non-farmakologisk pínuviðgerð.
Vit hoyrdu um bæði Virtual Reality (VR) og livandi tónleik sum amboð til at minka um pínu og strongd hjá sjúklingum.
Kanningar vísa, at VR gevur pínumodulatión líknandi morfini, meðan livandi tónleikur kann minka pínuna og betra um virðini hjá sjúklingum á intensivdeild.
Hetta er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu sameina vísindi, tøkni og menniskjaliga nærveru í sjúkrarøktini.
Harumframt varð nógv tosað um burðardygd – hvussu vit kunnu minka um burturbeining av heilivági og útgerð og samstundis røkja okkara egnu orku og trivnað sum starvsfólk.
Simulation og útbúgving
Fleiri framløgur vístu, hvussu simulatiónsvenjingar verða alsamt meira nýttar innan heilsuverkið.
Við toymisarbeiði í realistiskum støðum kunnu vit venja trygd, samskifti og leiklutir – alt fyri at tryggja bestu sjúklingaumsorgan og styrkja fakligan tryggleika.
Hetta er serliga týdningarmikið fyri lesandi og nýggj starvsfólk, men gevur eisini royndum starvsfólkum høvi at viðlíkahalda og menna førleikar.
Norðurlendskur felagsskapur og framtíðin

Mynd 6. Rúna Antoniussen, forkvinna í Fá3, saman við Hellu Berg, grønlendsku forkvinnuni
Eitt høvuðselement í NOKIAS er norðurlendski felagsskapurin.
Vit møttu starvsfeløgum úr øllum Norðurlondum og deildu royndir um simulation, útbúgving, rekruttering og fakliga menning.
Hetta samstarvið styrkir okkum sum smærri tjóð og gevur okkum møguleika at føra føroysku røddina víðari í norðurlendska samanhanginum.
Síðsta dagin endaði forkvinnan í Dansk Sygeplejeråd, Dorthe Boe Danbjørg, við einari røðu við boðskapinum:
“Menning og útbúgving eru okkara amboð – men felagsskapur er okkara styrki.”
Tí hóast vit tosa um tøkni, nýggja gransking og fakliga menning, so er tað felagsskapurin og samstarvið – bæði millum sjúkrarøktarfrøðingar og millum Norðurlond – sum veruliga flytur okkum framá.
Næsta NOKIAS-ráðstevna verður í Gøteborg í 2028, saman við svensku læknaráðstevnuni innan somu sergreinar – ein spennandi møguleiki, sum vit longu gleða okkum til.
Takk fyri stuðulin
Vit vilja takka Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Sjúkrahúsverkinum fyri stuðulin til luttøkuna á NOKIAS 2025.
Luttøkan hevur givið okkum bæði fakligan og persónligan íblástur og styrkt okkara netverk í Norðurlondum.
Vit vóna, at vitanin og íblásturin kunnu gagna føroysku sjúklingunum og menna arbeiðið á deildunum heima í Sjúkrahúsverkinum.







