Nú stundar aftur til val, og tað er eitt øki, sum eingin hevur nevnt enn. Hjá mær er størsti spurningurin: Hvussu tryggja vit, at eingin verður sjúkur av at fara til arbeiðis?
Í februar skipaði Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar temadagin ”røkt til røkt”, har sjóneykan varð sett á trivnaðin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í sínum yrki. Spurningurin, ið settur bleiv, var: Hvør skal taka sær av sjúkrarøktarfrøðinginum, sum sjálvsagt er eitt starvsfólkatilfeingi? og mest av øllum: Hvør hevur ábyrgdina av at tryggja, at vit varðveita okkum sum eitt tilfeingi.”?
Dagligdagurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum er merktur av mannagongdum og eftirliti við øllum tólum, sum verða nýtt, og árligu kalibreringar fyri at tryggja, at einki mátar skeivt. Hvørt køliskáp skal kannast so vit eru heilt sikkur uppá, at temperatururin er rættur osv. Rætt skal vera rætt, og hetta arbeiðið er sjálvandi týdningarmikið fyri at tryggja sjúklingin. Spurningurin er tó eyðsýndur: Hvør hevur eftirlit við, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava rættan temperatur og árligt verða kalibreraðir. Fyri mær sær tað út til, at man hevur yvirsæð, at eins og tólini eru sjúkrarøktarfrøðingar eitt tilfeingi, ið neyðugt er at taka hond um, fyri at tryggja sær eitt støðugt tilfeingi, ið er alneyðugt fyri at loysa tær sjúkrarøktarfrøðiligu uppgávurnar, ið vit sum samfelag ætla at bjóða okkara borgarum.
Svarið er greitt, at eins og arbeiðsgevarin hevur ábyrgd av at tryggja fysisku karmarnar á arbeiðsplássinum, so hevur hann eisini ábyrgdina av at tryggja sálarligu karmarnar hjá starvsfólkunum. Hendan ábyrgd er skipað í kunngerðini um sálarliga arbeiðsumhvørvið og er sostatt lógarfest.
Í kunngerðini eru nógvar góðar ásetingar, sum eg ikki fari at gjøgnumganga. Eg vil tó vísa á, at at áleggja sjúkrarøktarfrøðingunum áhaldandi stóra arbeiðsbyrðu ikki longur er loyvt. Samanhangur skal vera millum talið av starvsfólkum og arbeiðsbyrðu. Júst hendan ásetingin hevur stóran týdning. Tað er eingin loyna at okkara arbeiðsøki manglar starvsfólk uttan at arbeiðsuppgávurnar fækkast. Hvussu ætla valevnini at loysa hendan trupulleikan soleiðis, at vit fylgja galdandi lóggávu?
Eingin kann siga seg vera óvitandi um, at øll ættarlið stríðast á øllum frontum fyri at fáa dagligdagin at hanga saman, og arbeiðið fyllir nógv. Hvussu tryggja vit, at tey ikki hokna undir arbeiðsbyrðuni?
Samstundis er heilt legalt at tosa um at hækka pensjónsaldurin. Eg havi fleiri ferðir spurt politikkarar, sum tosa so heitt um at hækka pensjónsaldurin um tey í fullum álvara halda, at ein persónur, sum er 69 ár, skal arbeiða tað sama sum ein persónur, sum er 40 ár. Eg fái eitt hálvlunkað svar um, at vit eiga at skipa ein eldrapolitikk fyri arbeiðsmarknaðin. Undrist tó yvir, at ein slíkur politikkur ikki verður skipaður, áðrenn tosað verður um at hækka pensjónsaldurin. Eg haldi, at ein eldrapolitikkur er ein fortreyt fyri at hækka pensjónsaldurin og ikki nakað, sum skal koma hálvhjartað haltandi aftaná.
Ein starvsfelagi fortaldi mær, at hon nú varð vorðin 50 ár, og hon longu hevði fingið kropsligar trupulleikar, sum merktust í hennara arbeiði. Hon helt tó, at tað mundi fara at ganga nøkur ár afturat, men tað ringasta er, at økta arbeiðsbyrðan og kompleksir sjúklingar seta stór krøv til sjúkrarøktarfrøðingin at hava tamarhald á øllum arbeiðsuppgávunum og raðfesta á besta hátt. Sum arbeiðsdagurin var í løtuni, var hon bangin fyri, at hon gloymdi okkurt, sum kundi skaða sjúklingin, hon skuldi taka sær av. Hon tosaði um at fara niður í arbeiðstíð, men helt seg ikki hava ráð, tí húsini vóru ikki útgoldin enn.
Hon setti eisini spurningin, um tey, sum tosa um at hækka pensjónsaldurin, yvirhøvur vita, hvat tey tosa um? Vita tey, hvussu ein arbeiðsdagur sær út? Hvussu kann nakar ímynda sær, at hon skal megna at arbeiða í heili 20 ár afturat, uttan at nakar hevur tosað um at betra arbeiðsumstøðurnar?
Samfelagið hevur tørv á, at hon er til arbeiðis, men í staðin fyri at skipa arbeiðsdagin soleiðis, at tað ber til at røkja sínar uppgávur, slíta vit fólk niður, so tey verða óarbeiðsfør. Politiska svarið er, at vit hava skipanir, sum lofta hesum fólkunum, men vendir hetta rætt?
Eiga vit ikki ístaðin at skipa arbeiðslívið soleiðis, at vit kunnu virka eitt heilt arbeiðslív ístaðin fyri at slíta fólk niður, trýsta tey av arbeiðsmarknaðinum og parkera tey onkrari serligari pensjónsskipan?
Veruleikin er, at gera vit ikki íløgur í okkara borgarar í øllum aldri, hava vit koyrt tey í senk langt áðrenn tey koma í nærheitina av pensjónsaldrinum. Tað er vónleyst at renna hvønn dag í arbeiðsvikuni, allar dagar í árinum og alt arbeiðslívið. Hetta vita vit, men hvat ætla valevnini at gera við tað?
Tí er mín fremsti spurningur til valevnini til komandi løgtigsval, hvussu tryggja vit haldførið hjá starvsfólkunum?








