Fyri stuttum skipaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyri álitisfólkavali til eitt nýtt 2 ára valskeið.
10. og 11. novembur varð skipa fyri skeiði fyri nývaldu álitisumboðunum, har Sigmund Poulsen tosaði um sáttmálan, viðtøkur felagsins og viðkomandi lógir. Vit høvdu tveir góðia og læruríkar dagar.






