Nú er álitisfólkaval aftur í hondum.
Hevur tú hug at gera tín ávirkan og økja um tína vitan innan fakfelagsarbeiði, er møguleiki til tað nú.
Álitisfólkið er knýtt at ávísum arbeiðsplássi og hevur beinleiðis samband við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar. Harumframt hava álitisfólkini samstarv sínamillum og hava møguleika at samstarva við álitisfólkini innan aðrar yrkisbólkar.
Tað er sera umráðandi fyri samstarvið millum limirnar og nevnd/fyrisiting felagsins, at álitisfólk eru á so nógvum arbeiðsplássum sum gjørligt. Valskeiðið er 2 ár.
Vilt tú verða álitisfólk á tínum arbeiðsplássi, so er at útfylla uppstillingarseðilin, ið leinkja er sett til niðanfyri.
Til gagns fyri teg sjálva og tínar starvsfelagar.
Seinasta freist at stilla upp er mánadagin 28. septembur 2026 kl 12.00.
Uppstillingarseðilin skal sendast til info@sjukrarokt.fo
Uppsillingarseðilin skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi 28.septembur kl 12.00.







