Poddvørp
Við stuðli frá Lions Club, Tórshavn og saman við KVF, framleiðir Sjúkrarøktaretiska Ráðið nakrar poddar, sum eru partar av “Ethos” røðini hjá Kringvarpið Føroya. Tað er Armgarð Arge, sum skipar fyri.
Við stuðli frá Lions Club, Tórshavn og saman við KVF, framleiðir Sjúkrarøktaretiska Ráðið nakrar poddar, sum eru partar av “Ethos” røðini hjá Kringvarpið Føroya. Tað er Armgarð Arge, sum skipar fyri.
6. Partur: Kari Martinsen
Hin 10 oktober helt kendi sjúkrarøktarteoretikarin Kari Martinsen ein fyrilestur í Løkshøll undir heitinum Tíðarakseleratión, resonansur og seinføri í røktarrúmum
Spurningarnir hon setti vóru: Er resonansur møguligur í einum akselererandi heilsuverki, har man skal avrika skjótari upp á styttri tíð? Hvat ger tíðarakseleratión við sjúklingar og røktarstarvsfólk? Er lívgandi seinføri møguligt – seinføri við rúm fyri øðrum, við rúm fyri at sansa, lurta, síggja, lukta og merkja? Spurningarnir lýsti hon við tveimum sjúklingasøgum, við støði í hugsanunum um tíðarakseleratión og resonans hjá týska sosiologinum Hartmut Rosa og tekstunum hjá danska teologinum K.E. Løgstrup um etikk og fantasi.
Tað er nakað av hesum, sum eisini eru snúningspunktið í samrøðuni, hon hevur við Armgarð Arge
5. Partur: Í hesum fimta poddinum tosar Armgarð Arge við Dorthe Birkmose, ið sum psykologur, ráðgevi, vegleiðari og fyrilestrarhaldari hevur fingist við vandan fyri ráan hjá starvsfólki og leiðarum í vælferðarstørvum. Hon hevur verið við til at bróta tøgnmentanina um henda trupulleika og er nú við til at vísa á møguligar loysnir.
4. partur: Samrøða við Andreu Gilstón Danielsen, sum starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á Suðuroyar Sjúkrahúsið
3. Partur: Samrøða við Monu-Mariu úr Fugloy, deildarleiðari, Heimið við Vágna í Klaksvík
2. partur: Samrøða við Poulu Reinert, leiðara í Nánd, sum er heimatænastan fyri eldri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.
1.partur: Samrøða við Herborg Petursdóttir, visitator í Tórshavnar kommunu