Síðani april í ár hevur Anna A. Andresen, sálarfrøðingur, verið í starvi á Arbeiðseftirlitinum.
Arbeiðseftirlitið hevur nú fingið fíggjarligar møguleikan at raðfesta sálarliga arbeiðsumhvørvið hægri. Higaril hevur Arbeiðseftirlitið bara lagt seg eftir fysiskum arbeiðsumhvørvið, sum arbeiðsóhapp og -vanukkur.
Tað er nokk so týðiligt, at tað er fokus á tað tekniska, tí starvsfólkini eru maskinmeistarar, verkfrøðingar og byggifrøðingur.
– So tað er tíð uppá, at vit nú eisini seta fokus á tey bleytu virðini, heldur enn bara maskinur, sigur Anna A. Andresen.
Endamálið við at hava ein sálarfrøðing á Arbeiðseftirlitinum, er at minka um vandan fyri, at starvsfólk gerast sjúk ella fáa tað ringt orsakað av umstøðum á teirra arbeiðsplássi.
– Okkara leiklutur er ikki at veita viðgerð ella beinleiðis loysa trupulleikarnar, men varpa ljós á viðurskifti, umstøður og treytir, sum kunnu hava ávirkan á heilsuna hjá starvsfólki, sigur Anna A. Andresen. Arbeiðsgevarin hevur ábyrgdina av møguligar viðgerð.
Í stuttum kann sálarligt arbeiðsumhvørvi lýsast sum viðurskifti á einum arbeiðsplássi, sum ávirka likamligu ella sálarligu heilsuna, sjálvsfatan ella sosiala lívið hjá fólki. Tað kann vera innihaldið í arbeiðinum, samstarv, arbeiðstíðir, hvussu arbeiðið er skipað, hvussu nógv er at gera, yvirtíð, hvíld, kenslulig krøv, tíðarpress, happing og hóttanir.
Eru hetta slagið av trupulleikum á einum arbeiðsplássi kann tað føra til strongd, at starvsfólk verða útbrend ella ikki trívast.
– Menning av starvsfólkunum kemur eisini undir sálarligt arbeiðsumhvørvi. Tað besta er, at starvsfólk mennast alla tíðina, men um menningin stendur í stað ella gongur aftureftir, so kann tað eisini koma undir ringt sálarligt arbeiðsumhvørvi, greiður Anna A. Andresen frá.
Vanlig tekin hjá tí einstaka um, at sálarliga arbeiðsumhørvið á einum arbeiðsplássi ikki er í lagi, kunnu vera trupulleikar at sova, magaórógv, vøddaspenningar, pína í kroppinum og at lagið gongur upp á niður.
Á einum arbeiðsplássi sæst ringt sálarligt arbeiðsumhvørvi ofta við, at samstarvið ikki gongur væl, fólk ganga í klikum ella fara aftur um ryggin á hvørjum øðrum.
Ætlanin er at gera reglulig eftirlit á arbeiðsplássum um sálarliga arbeiðsumhvørvið bæði fyri at fyribyrgja og staðfesta, hvussu støðan er. Ætlanin er eisini, at øll eftirlitsfólkini á Arbeiðseftirlitinum – eisini verkfrøðingar og maskinmeistarar – skulu fáa eina grundleggjandi vitan um tað sálaliga arbeiðsumhvørvið, so tey eftirlitfólkini eisini kunnu hava antennurnar úti og fáa varðhugan av, um okkurt ikki er í lagi.
– Tað er sera umráðandi, at eftirlit ella fráboðanir ikki avdúka, hvørji starvsfólk hava boðað frá ella sagt hvat. Alt okkara arbeiði við sálarliga arbeiðsumhvørvinum fer fram í trúnaði, sigur Anna A. Andresen.
Øll starvsfólk kunnu geva Arbeiðseftirlitinum eitt prei um okkurt, sum tey halda ikki er í lagi. Um ein fráboðan førir til eina eftirlitsvitjan, so hevur arbeiðsgevarin ikki rætt at vita um nakar hevur fráboðað ella hvør tað er.
– Vit vóna, at fólk fara at kenna seg trygg at fráboða – eisini um smærri viðurskifti, sum kunnu vaksa seg til trupulleikar við tíðini, sigur Ann A. Andresen.