Avbjóðingin í øllum Norðurlondum er, at tað verða færri og færri, sum velja sær útbúgving sum sjúkratøktarfrøðingar. Samstundis, sum fleiri finna sær størv uttan fyri vanliga sjúkrarøkt og í primeru tænastunum.
Saman við 11 øðrum leiðandi sjúkratøktarfrøðingum hevur hon verið á norðurlendskari ráðstevnu í Reykjavík. Jóngerð Nielsen er forkvinna í fakliga áhugabólkinum fyri leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum og í nevndini fyri leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar í Norðurlondum. Súsann Olsen var eisini við á ráðstevnuni sum fyrilestrarhaldari.
– Hvussu eggja vit teimum ungu, sum eru liðug við lestur at halda fast í fakinum, og hvussu eggja vit nýggjum at taka eina útbúgving, sum sjúkrarøktarfrøðingar, sigur Jóngerð Nielsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur. Hetta er ein ein av avbjóðing, sum umboð úr øllum londunum vístu á.
– Ein onnur avbjóðing, sum er knýtt í sama evni, er, hvussu týdningarmikið tað er deila ta vitan millum okkara, sum vit hava. Vit eru ofta óttafull, tí vit halda, at onkur fer við okkara frálíku hugskotum, heldur skulu vit royna at fáa alla vitan runt. Tað nyttar ikki at fáa hugskot á ráðstevnunum, um tey ikki koma víðari, sigur Jóngerð Nielsen.
– Vit sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar kunnu til dømis royna at eggja sjúkrarøktarfrøðingum til at søkja leiðslustørv og verða betur at varpa ljós á, hvussu spennandi starvið sum leiðari er, sigur Jóngerð.
Hon vísir eisini á, at sjálvandi er lønin eisini ein motivasjónsfaktor, sum fær summi at halda seg frá útbúgvingini.
– Tey ungu halda ikki longur, at tað er eitt kall at vera sjúkrarøktarfrøðingur. Tey vilja eisini hava ein góða løn. Tí er tað ikki stuttligt at síggja onnur fakfólk fara upp um okkum í løn, sigur Jóngerð Nielsen.