Sjúkrarøktarfrøðingur til Lava- Luddalon á Tjarnargarði
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri búfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Lava-/Luddalon.
Lava-/Luddalon á Tjarnargarði er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, og er ein bú- og røktardeild við 24 búplássum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og royna at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Søkt verður eftir:
Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum á setanarbrøki 1,0, har arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskiftið. Møguleiki er fyri lægri brøki.
Førleikakrøv
- Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering
- Góð samskiftis- og samstarvsevnir. Evnir til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
- Fyrikomandi, álitisvekjandi og tænastusinnað
- Evnir at arbeiða í eini tvøryrkisligari skipan í menning
- KT-førleika á brúkarastigi, og royndir við Cosmic
- Evnir at leiða sjúkrarøktina, læra upp og undirvísa
Vit bjóða
- Góða innleiðslu
- Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Eitt arbeiðspláss við góðum umstøðum og fjølbroyttum avbjóðingum
- Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni
Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, við setan frá 1. apríl 2025 ella skjótast til ber.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Heidi Kragesteen, deildarleiðara á Lava-/Luddalon, telefon 283029 ella við telduposti til heidik@torshavn.fo
Umsóknarfreistin er 25. februar 2025