Vit leita eftir júst tí rætta sjúkrarøktarfrøðinginum, sum ynskir at gera mun innan eldraøkið.
Á heiminum á Sýnini í Miðvági hava vit 29 búpláss. Vit eru partur av Vesturvón, sum veitur ymiskar tænastur til borgarar í Vága- og Sørvágs kommunu.
Miðstova og Innistova eru ætlaðar til minnisveik. Deildirnar báðar hoyra saman, men tey búfólk, ið eru meira merkt av demens eru í Innistovu.
Søkt verður eftir:
- 1 sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv á Miðstovu/Innistovu á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum í tíðarskeiðnum 01.06.2026 til 01.08.2027 ella eftir nærri avtalu.
Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.
Førleikakrøv:
- Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan demensøkið
Vit vænta at tú:
- Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
- Ert miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Kann arbeiða sjálvstøðugt við virðiligum samstarvi og samskifti
- Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í menning
- Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
- Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
- Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í nýggjar skipanir
So ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.
Saman vilja vit tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.
Meiri kunning:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Guðruna Gudmundsen deildarleiðara á tlf. 665720.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett frá 01.06.2026 og lønt sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo
Viðmerk “Sjúkrarøktarfrøðingur til Miðstovu”.
Umsóknarfreistin er 25.03.2026








