SJÚKRARØKTARFRØÐINGUR TIL DEMENSDEPILIN Á TJARNARGARÐI
Hevur tú útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, og vilt tú vera við til at menna virksemið á Demensdeplinum, sum lat upp í apríl 2021, so er tað tær vit leita eftir. Tú gerst partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur drúgvar royndir á demensøkinum.
Demensdepilin er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir.
Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, har ein stór um- og útbygging er framd, og demensdeildin Kristianslon og dagtilboðið Tjarnarlon eru partur av deplinum. Á Demensdeplinum eru tólv búpláss, fimm stuttíðarpláss, venjingartilboð og dag-/ og kvøldtilboð.
Kommunala demensráðgevingin er knýtt at Demensdeplinum, har veitt verður ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið við demensráðgevingini er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so tíðliga í sjúkugongdini sum møguligt, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív hóast sjúkuna. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku.
Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum eru sostatt fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan.
Starvið
Talan er um áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum. Tú fært, møguleika at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, avvarðandi og starvsfólk trívast.
Tú ert virkin partur av virkseminum, og fært saman við starvsfeløgum og leiðslu ábyrgd av, at depilin røkkur sínum endamáli. Tú virkar fyri, at at skapa eitt demensvinarligt umhvørvi, har dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd og persónssentreraða umsorgan, og at tryggja at røktarætlanir og borgaragongdir verða dagførdar og fylgdar.
Søkt verður eftir:
- einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 1,0 til setan 1.mai 2025, ella skjótast tilber. Arbeitt verður í dagvaktum og 3. hvørt vikuskiftið. Ùtbúgving sum demenssamskipari og/ella kliniskur vegleiðari kann vera ein fyrimunir.
Vit vænta at:
- Tú hevur prógv og autorisatión, sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Tú hevur vitan um og royndir innan demensøkið, persónssentreraða umsorgan og at skapa eitt miljøterapeutiskt tilboð
- Tú kanst vegleiða borgara og avvarðandi
- Tú hevur evni at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar og at virka fyri einum lærandi umhvørvi
- Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert tænastusinnað/-ur og finnur loysnir
- Tú ert opin og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, og hegni at arbeiða tvøryrkisliga
- Tú ert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi
- Tú hevur royndir við Cosmic
- Tú kanst taka stig til gerandisaktivitetir og innihaldi av kreativum, sansastimbrandi slag
Vit bjóða
- møguleika fyri víðari fakligari menning
- felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á Demensdeplinum
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- ávirkan á innihaldið í tilboðnum á Demensdeplinum
Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!
Løn- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Dianu J. Strøm, deildarleiðara, telefon 211808, ella á teldupost: dianas@torshavn.fo
Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Tórshavnar Kommunu.
Umsóknarfreistin er 12. mars 2025.