Sjúkrarøktarfrøðingar til Heimið á Sýnini
Vit leita eftir júst teim røttu sjúkrarøktarfrøðingunum, sum ynskja at gera mun innan eldraøkið.
Á heiminum á Sýnini í Miðvági hava vit 29 búpláss og 6 stutttíðarpláss. Vit eru partur av Vesturvón, sum veitur ymiskar tænastur til borgarar í Vága- og Sørvágs kommunu.
Uppistova hevur 10 búpláss og 6 stutttíðarpláss. Deildirnar báðar hoyra saman, og starvast tú á báðum eindum. Á stutttíðarplássum eru tað borgarar sum koma til endurvenjing í styttri tíðarskeiðum, og eru tað eisini spennandi og skiftandi arbeiðsuppgávur knýttar at hesum partinum av starvinum.
Miðstova hevur 19 búpláss, býtt á tvær eindir, harav tann eina er til borgarar við sjúkuni demens. Tað er sami deildarleiðari og starvsfólkahópur knýttur at báðum eindum. Her eru nógvar fjølbroyttar, spennandi og mennandi uppgávur tú sum sjúkrarøktarfrøðingur fær ábyrgd av.
Søkt verður eftir:
- 1 sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv á Uppistovu á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum í tíðarskeiðnum 1. mars 2025 til 28. februar 2026 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.
- 1 sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á Miðstovu á starvsbrøk 1,0 frá 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiði er í skiftandi vaktum og 4. hvørt vikuskifti. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.
Førleikakrøv:
- Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
Vit vænta at tú:
- Ert miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Kann arbeiða sjálvstøðugt við virðiligum samstarvi og samskifti
- Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í menning
- Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
- Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
- Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í nýggjar skipanir
So ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.
Saman vilja vit tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.
Meiri kunning:
Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til deildarleiðaran á Uppistovu Erlu Johannesen deildarleiðara á tlf. 665730 ella deildarleiðaran á Miðstovu Guðruna Gudmundsen á tlf. 665720.
Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett frá 1. mars 2025 og lønt sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo
Viðmerk “Sjúkrarøktarfrøðingur til Uppistovu” ella “Sjúkrarøktarfrøðingur til Miðstovu”
Umsóknarfreistin er 13. februar 2025