Sjúkrarøktarfrøðifaklig dygd undir trýsti?
Ein av mest umrøddu heilsupolitiska avbjóðingunum í nútíðar vesturlendskum samfeløgum er vantandi starvsfólk innan heilsu- og sjúkrarøkt. Hetta er eisini ein trupulleiki, sum vit merkja í her á landi, og sum framrokningar vísa, bara fer at vaksa seg størri komandi árini, verður onki munagott gjørt til at bøta um.
Átøk fyri at bøta um starvsfólkatørvin
Í nógv ár hevur verið kjakast um, hvussu hesin haldføristrupulleikin kann loysast, og fleiri átøk hava verið sett í verk seinnu árini. Millum annað fekk Fróðskaparsetur Føroya fyri gott trimum árum síðan heimild at taka sjúkrarøktarfrøðislesandi upp tvær ferðir um árið. Samstundis fór sitandi samgonga til val við lyfti um at geva fakbólkunum innan umsorganarøkið eitt lønarlyft – fyri at gera tað meira atdráttarmikið at søkja starv á økinum og fyri at varðveita tey, sum longu arbeiða har. Innan sjúkrarøkt hava tey hildið hetta lyftið fyri ófaklærd starvsfólk, heilsuhjálparar og heilsurøktarar.
Eitt annað nógv umrøtt uppskot er at gera tað lættari at útbúgva seg til heilsuhjálpara og heilsurøktara. Millum annað er skotið upp at stovna fleiri Heilsuskúlar – ella at flyta verandi Heilsuskúlan til meginøkið – fyri at betra um atkomuna til hesar útbúgvingar. Enn eru tó ongar ítøkiligar ætlanir hesum viðvíkjandi.
Nógv ófaklærd starvsfólk arbeiða í dag innan eldraøkið. Fleiri teirra kundu hugsað sær at útbúgvi seg til økið, men tað er trupult at fáa fíggjarligu endarnar at røkka. Serliga hjá teimum, sum longu hava familju, húsalán og aðrar skyldur, er torført at liva av lestrarstudningi. Í eini roynd at loysa henda trupulleika hevur politiska skipanin nú samtykt at veita løn undir útbúgving til heilsuhjálparar og heilsurøktarar, við tí vón, at tað fær fleiri at velja hesar útbúgvingar.
Tað skal vera okkara vón, at tiltakið eydnast væl og at fleiri fara at nema sær hesar útbúgvingar, sum eru ein týðandi súla undir vælferðarsamfelagnum.
Týdningurin av at varðveita útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing
Hóast vit fegnast um hesi tiltøk, eru vit eisini stúrin um, at verða sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki raðfestir saman við øðrum fakbólkum, kann tað við tíðini elva til eina niðurlaging av sjúkrarøktarfrøði hópinum. Bæði løn og lestrarumstøður hava nakað at siga, tá fólk søkja sær útbúgving.
Tá løn verður veitt undir útbúgving til tær styttru røktarútbúgvingarnar, mugu vit sum samfelag spyrja, um tað kann elva til, at færri velja ta longru og fakliga meira krevjandi sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina – sum ikki er lønargevandi undir lestrinum – og um hetta við tíðini kann minka um áhugan fyri útbúgvingini, hóast hon sum tann einasta gevur førleikar til at veita akutta og kompleksa sjúkrarøkt – sum allýst av Kirkevold (1).
Ein vandi við tí er, at fakliga samansetingin í røktini kann skeiklast – har talið av sjúkrarøktarfrøðingum minkar, meðan talið av røktarstarvsfólki við styttri útbúgving økist.
Hetta kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri dygdina í sjúkrarøktini.
Tørvurin á fakliga høgum førleikum
Ofta verður tosað um “heitar hendur”, sum um tað er nóg mikið. Men, umframt teir persónligu eginleikarnar, krevur dygdargóð røkt bæði fakliga vitan, skil og hegni. Røkt snýr seg ikki bara um talið av starvsfólkum, men um fakliga førleikan hjá teimum, sum veita røktina í ymiskum høpi. Tí er neyðugt at hugsa um týdningin av øllum røktarútbúgvingunum, skal framtíðar haldføri tryggjast.
Vit merkja longu nú sviðan av, at tað ikki eru nóg nógvir sjúkrarøktarfrøðingar til at nøkta tørvin, bæði á sjúkrahúsunum og innan eldraøkið. Viðgerðirnar eru betur í dag enn fyrr, og tí liva fólk longri. Hóast nógv eldri fólk eru væl fyri, eru eisini alsamt fleiri, sum eru sjúk og hava fleiri sjúkur at dragast við í senn. Tað merkir, at røktin eisini krevur ein sjúkrarøktarfrøðing, sum megnar bæði akutta og kompleksa sjúkrarøkt – til dømis tá fólk eru illa sjúk, versna knappliga, ella hava fleiri sjúkur at dragast við í senn. Bæði akutta og kompleksa støðan krevja, at tað eru sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava ábyrgdina fyri røktini, tí hon krevur fakligar førleikar, sum fáast gjøgnum sjúkrarøktarfrøðisútbúgvingina.
Í heimshøpi er stórur mangul uppá sjúkrarøktarfrøðingar og m.a. í Danmark hevur hetta elvt til, at fleiri hundrað sjúkrahúspláss eru niðurløgd og at bíðilistarnir bara vaksa. Av hesum sama er dygdin í røktin eisini vorðin verri – bæði tí at sjúkrarøktarfrøðingar mangla og vegna ovurstóra trýstið, sum er á teimum, sum eftir eru (2) (3).
Altjóða gransking, grundað á sjúkrahúsøkið, vísir ein greiðan samanhang millum talið av sjúkrarøktarfrøðingum og avleiðingar fyri sjúklingar. Tá fleiri sjúkrarøktarfrøðingar eru á deildunum, eru deyðstíttleikin lægri, sjúklingatrygdin betri, nøgdsemi størri og røktargóðskan hægri.
Ein stór evropeisk kanning vísti til dømis, at tá talið av útbúnum sjúkrarøktarfrøðingum minkaði við 10 prosentstigum, øktist vandin fyri deyða eftir skurðviðgerð við 11 % (4). Aðrar granskingar vísa, at tá sjúkrarøktarfrøðingar veita røktina á eini sjúkrahúsdeild, kann vandin fyri deyða minka við meira enn 20 % (5).
Gransking úr Bretlandi og USA vísir eisini, at sjúkrahús, sum minka um talið av sjúkrarøktarfrøðingum og í staðin seta røktarstarvsfólk við styttri útbúgvingum, fáa verri úrslit: fleiri deyðstilburðir, longri innleggingartíð, minni nøgdsemi og størri hall í rakstri (6) (7). Har fleiri sjúkrarøktarfrøðingar eru, eru úrslitini hinvegin betri á fleiri økjum (6).
Ein áheitan um orðaskifti
Vit fegnast um, at tær styttru røktarútbúgvingarnar hava fingið betri sømdir – tað er ein neyðug og vælkomin raðfesting av týdningarmiklum fakbólkum. Men um sjúkrarøktarfrøðingarnir samstundis verða gloymdir, kann tað fáa álvarsamar avleiðingar.
Tí mugu vit sum samfelag finna eina haldføra loysn, sum eisini tryggjar góðar lestrar- og arbeiðsumstøður fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Vit hava brúk fyri einum breiðum og opnum orðaskifti um, hvussu vit tryggja røktina frameftir – eisini fyri tey, sum hava tørv á kompleksari sjúkrarøkt.
Tað er týdningarmikið at leggja dent á, at hetta snýr seg ikki um tørvin hjá sjúkrarøktarfrøðingum, men um tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum. Tað er fyrst og fremst ein spurningur um trygd, dygd og lívsgóðsku hjá teimum, sum sjúkrarøktarfrøðingar í sínum starvi vara av – í góðum samstarvi við aðrar yrkisbólkar.
Vegna Sjúkrarøktaretiska Ráðið
Jana Mortensen, forkvinna
Keldur
- Kirkevold, Marit. Videnskab for praksis. København: 2003. Munksgaard.
- Dansk Sygeplejeråd. dsr.dk. [Online] https://dsr.dk/dsr-mener/mangel-paa-sygeplejersker-truer-sundhedsvaesenet/#Den+st%c3%b8rste+udfordring.
- Tema: Dokumentation for mangel på sygeplejersker. Dansk Sygeplejeråd. 12, 2021.
- Aiken, LH, Sloane, D og al, et. Nursing skill mix in European hospitals: cross-sectional study of the association with mortality, patient ratings, and quality of care. BMJ Quality and Safety. 8. Oktobur 2016.
- Griffiths, P, et al. Nurse staffing, nursing assistants and hospital mortality: retrospective longitudinal cohort study. BMJ Quality and Safety. 4. Desember 2018.
- Lasater, Karen B. PhD, RN*,†, et al. Is Hospital Nurse Staffing Legislation in the Public’s Interest?: An Observational Study in New York State. Medical Care . Mai 2021, s. 444 – 450.
- Lasater, Karen B., et al. Alternative models of nurse staffing may be costlier and less safe. Medical Care. 7. Juli 2024, s. 520–527.