Hvør er upprunin til fakfelagssrørsluna? Fakfelagssrørslan er sprottin burturúr, at arbeiðstakarin hevur havt ring og órímilig kor at virka undir. Tað hevur verið neyðugt, at fólk hava tikið saman lógvatak fyri at standa upp fyri sínum rættindum sum arbeiðstakari.
Ongin rættindi í heimssøguni eru dottin niður av himli. Ongin rættindi yvirhøvur eru fingin uttan, at djørv menniskju hava staðið saman og eru farin upp ímóti órættindum. Hetta hevur altíð verið so og er tað framvegis.
Arbeiðgevarin eigur ikki arbeiðstakaran og kann fara við viðkomandi, soleiðis sum honum lystir. Tíbetur er tað ikki so. Sáttmáli er fyri at tryggja rættindi og skyldir fyri báðar partar. Sáttmálin gongur nemliga báðar vegir, hóast hetta ikki heilt kom til sjóndar í Breddanum fyri kortum. Sáttmáli avmarkar ikki og er inntriv í leiðslurættin hjá arbeiðsgevaranum. Sáttmáli vísir á rættindi og skyldur fyri báðar partar. Vit hava rætt til at hava samráðingar, har arbeiðstakari og arbeiðsgevari togtogast um at fáa broytingar inn í sáttmálan. Hetta er neyðugt, tí tíðirnar broytast og samfelagið broytist, og tí má sáttmálin eftirmetast javnan.
Siðvenjur og staðbundnar avtalur. Tá arbeiðstakarin vil vísa á, at eitt punkt í sáttmálanum ikki er nøktandi, og at hetta má gerast nakað við, so kemur kortið hjá arbeiðgevaranum um siðvenju altíð á borðið – hetta hevur riggað fínt í so og so mong ár, og ongin orsøk er at gera nakað við hetta. Siðvenjur eru góðar á mangan hátt, men tíbetur eru siðvenjur eisini broytiligar. Og tað er avgjørt neyðugt at broyta siðvenjur viðhvørt. Vóru ongar siðvenjur broyttar, so vóru vit sum samfelag als og aldeilis ikki har, sum vit eru í dag. Hetta eru siðvenjur í øllum facettum – bæði í mikro og makroplan. Vóru ongar siðvenjur broyttar, so hevði eg ongan atkvøðurætt, so kundi eg ikki starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur og havt familju og ikki minst – so kundi eg ikki staðið upp og víst á fyri mínum børnum – og ikki minst fyri mínum døtrum – at vit hava rættindi, sum onkur hevur stríðst fyri okkara vegna, og vit skulu minnast til at virðismeta hesi og framhaldandi stríðast. Rættindi kunnu skjótt verða tikin frá okkum, og neyðugt er at vera árvakin og halda fram at stríðast, tí javnan hoyra vit um órættindi og ræðandi siðvenjur, sum onkur vil gjøllhalda um.
Arbeiða við arbeiðstíðarreglum í sáttmálaskeiðinum. Hetta verður javnan havt á orði, tá samráðingar ganga. Arbeiðsgevari førir javnan fram, at hetta og hatta skal fáast upp á pláss í friðartíð tvs í sáttmálaskeiðinum. Tíverri hevur siðvenjan lært okkum, at hetta verður ikki gjørt. Her er aftur ein siðvenja, sum gjarna má verða broytt. Tí var hetta so, at man kundi havt álit á, at tað veruliga kemur upp á pláss í sáttmálaskeiðinum, so kundi man gingið upp á kompromis í sjálvum samráðingunum, men siðvenjan og royndirnar hava víst okkum, at so er ikki.
Áhugavert er, at tey sum sita við samráðingarborðið frá arbeiðsgevarans síðu, øll hava vanlig størv frá 8-16 gerandisdagar. Tori at pástanda, at tey, sum ikki kenna til annað, hava onga hóming av, hvat tað merkir at arbeiða allan sólarringin, allar dagar á árinum. Arbeiðsgevarin tosar um, at sáttmáli er eitt inntriv í leiðslurættin hjá arbeiðagevaranum. Hvussu stórt inntriv eitt arbeiðslív í vaktarskipan hevur á eitt mannalív, familjulív og frítíð – tað er nakað, sum eg kann fyrihalda meg til. Gransking hevur fleiri ferðir, við sjey tumma seymi, víst á, at óreglulig arbeiðs- og døgnrútma hevur neiligt árin á heilsuna. Og tá vit nú gjalda við okkara egnu heilsu og frítíð fyri at starvast ólagaliga arbeiðstíð – hví í verðini skal hetta ikki samsýnast aftur í lønini? Hetta er rættuliga trupult at skilja. Hví skulu vit, sum hava so ábyrgdarfull størv, at vit mugu til arbeiðis, tá onnur fara heim til síni kæru, sum kunnu taka lut í sosialari samveru eftir loknan arbeiðsdag og sleppa rættstundis í song at fáa náttarhvíld, hví skulu vit ikki fáa eina veruliga og munagóða samsýning fyri tað?
Eisini varð ført fram í Breddanum frá arbeiðsgevarans síðu, at harðar ásetingar í sáttmálanum taka fleksibilitetin burtur. Vit, sum starvast í størvum, ið mugu mannast allan sólarringin, allar dagar á árinum – vit eru ikki býtt. Um nakar veit tað, so eru tað vit, at arbeiðsætlanin er alsamt í broyting. Sjúka, broyting í arbeiðstrýsti o.s.fr. ger, at arbeiðsætlanin verður eftirmett og tilrættisløgd av nýggjum javnt og samt. Hetta slepst ikki undan. At siga, at ásetingar í sáttmálanum taka burtur fleksibilitetin minnir ikki sørt um møsn. Sum formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vísti á, so er fleksibilitur ongin hindring, men tað skal bara gjaldast fyri fleksibilitetin. So einfalt er tað. Her verður als ongin fleksibilitetur tikin burtur, men arbeiðstakarin skal bara fáa pening fyri at verða fleksibul. Fleksibiliteturin tekur burtur av okkara frítíð og familjulívi, og tí er ikki meira enn rímuligt, at gjaldast skal fyri hetta.
Tá ført verður fram aftur og aftur, at sáttmáli er inntriv í leiðslurættin hjá arbeiðsgevara – so er tað eittans orð, sum rennur mær til hugs og tað er: diktatur. Um vit ikki eru komin longur í 2024 enn, at arbeiðsgevarin framvegis vil hava diktatur – ja, so rennur mær kalt niður eftir bakinum.
Hetta er ódámligt og ófrættakent.
Tað, sum stóð púra greitt fyri mær eftir at hava hoyrt áðurnevnda Bredda er:
Fakfelagsrørslan hevur ongantíð havt størri týdning enn nú!
Við fakfelagskvøðu
Súsanna Funding, nevndarlimur