Er tú tann vit sóknast eftir?
Er demensøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegið og hegnið til áhaldandi at menna tilboðini til borgarar við demens og teirra avvarðandi, so er tað tær vit sóknast eftir.
Starv sum varadeildarleiðari á Demensdeplinum er leyst at søkja, og starvsbyrjan er 1. september 2025. Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran, og gerst partur av einum breiðum starvsfólkahópi.
Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir.
Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði. Á Demensdeplinum eru tólv búpláss, fimm stuttíðarpláss, venjingartilboð, dag- og kvøldtilboð og kommunal demenssamskipan. Eisini verður ráðgeving, vegleiðing og undirvísing veitt heimabúgvandi borgarum við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku.
Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum eru fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan. Arbeitt verður við persónsentreraðari umsorgan, og dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd.
Starvið
Talan er um eitt áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum. Tú ert virkin partur av røktini, og fær, saman við deildarleiðaranum og varadeildarleiðaranum fyri dag- og kvøldtilboðini, ábyrgdina av at Demensdepilin røkkur sínum endamáli. Tú hevur ábyrgd av tí sjúkrarøktarfakliga arbeiðinum á bú- og umlættingardeildini Kristianslon, og arbeiðir áhaldandi við dygdarmenning. Tú stendur, saman við deildarleiðaranum, á odda fyri at íverkseta nýggjar arbeiðshættir, umframt at meginreglur, trygdarskipanir og -krøv vera fylgd. Tú hevur ábyrgd av at býta uppgávur út í mun til førleikar hjá starvsfólkunum, og virkar saman við leiðsluni fyri, at depilin er nøktandi mannaður. Tú tryggjar, at røktarætlanir og borgaragongdir vera gjørdar, fylgdar og dagførdar.
Tú arbeiðir við menning av starvsfólkunum og miðlar / undirvísir bæði ástøðiliga og í praksis. Tú stendur á odda fyri klinisku útbúgvingini á deplinum, og saman við deildarleiðaranum skipar tú innleiðslu, upplæring og undirvísing av nýggjum starvsfólkum og lesandi.
Saman við deildarleiðaranum skipar tú setanartilgongdir av nýggjum starvsfólkum, og leggur til rættis arbeiðsætlanir, frítíðar- og feriuætlanir. Tú virkar fyri at fremja eitt gott arbeiðsumhvørvið innanhýsis, og einum góðum samstarvi við aðrar deildir og stovnar. Tú ert virkandi leiðari, tá ið deildarleiðarin er burturstaddur.
Vit ynskja okkum ein varðadeildarleiðara sum hevur:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði, umframt arbeiðsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Útbúgving sum kliniskur vegleiðari ella ætlan um at taka útbúgvingina
- Vitan og royndir innan demensøkið, og útbúgving sum demenssamskipari kann vera ein fyrimunur
- Førleikar at skráseta arbeiðsætlanir í Vaktplan, E-Løn og 3V, ella lætt at tilogna tær hesar førleikar
- Aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning, umframt hugflog og áræði at seta í verk og gjøgnumføra tiltøk, sum støðugt skulu betra um fakligu dygdina, eins væl og trivnaðin
- Góð samskiftis- og samstarvsevni bæði tá tað ræður um starvsfelagar, borgarar, avvarðandi og samstarvspartar
- Førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga
- Tú ert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi
- Tú kanst skipa fyri gerandisaktivitetum og innihaldi av kreativum, sansastimbrandi slag
Vit bjóða:
- Undirvísing í skipanunum Vaktplan, E-løn og 3V
- Útbúgving sum kliniskur vegleiðari, og møguleika fyri víðari fakligari menning
- Felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á deildini
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Ávirkan á innihaldið í tilboðum
Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!
Løn- og setanartreytir
Talan er um eitt starv á starvsbrøki 1,0, sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Arbeiðstíðirnar eru dagvaktir gerandisdagar, við starvsbyrjan 1. september 2025.
Meira fæst at vita
Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Dianu J. Strøm, deildarleiðara, telefon 21 18 08 ella á teldupost dianas@torshavn.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á Grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er 20. juli 2025.






