Vit leita eftir einum sjúkrarøkarfrøðingi, sum kann røkja eitt farloyvisstarv sum heimasjúkrarøktarfrøðingur.
Er tú eldhugað/ur og samstarvsinnað/ur sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað møguliga júst tær, vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelaga.
Vesturvón er eldrasamstarvið millum Sørvágs- og Vága kommunu.
Aðalmálið hjá Vesturvón er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru, og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.
Saman vilja vit tryggja, at borgarar fáa eina heildartænastu, ið tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Søkt verður eftir:
Heimasjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum í tíðarskeiðnum 1. juni 2025 til 31.desembur 2025 ella eftir nærri avtalu.
Førleikakrøv
Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
- Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
- Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
- Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
- Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
- Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
Vit bjóða tær:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
Góða innleiðslu
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 665710 og teldupost jongerd@vesturvon.fo
Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum og autorisatión verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo
Umsóknarfreistin er 25. mai 2025