Góðu limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Eg bjóði meg enn einaferð fram sum nevndarlim í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Tað hevur verið ein heiður at umboða fakfelagið hesi seinastu fýra árini, og eg bjóði meg fram til enn eina setu.
Ein kann freistast til at hugsa, um tíðin man vera farin frá fakfelagsrørsluni. Munnu vit ikki vera komin so langt á mál í einum nýtmótans samfelagi, at tørvur als ikki er á fakfelagsrørsluni. Til hetta kann eg bara siga, at tørvurin á fakfelagsrørsluni hevur ongantíð verið størri enn tað sama. Innlitið eg havi fingð hesi fýra árini, hevur bara sannført meg enn meira um hendan týdning. Og tí vil eg enn einaferð bjóða meg fram til nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Tyngsta málið hesa setuna hevur verið sáttmálasamráðingarnar. Tíverri gingu samráðingarnar so strilti, at vit enn einaferð endaðu í drúgvum verkfalli. Hetta var als ongin ynskistøða, men tíverri slapst ikki undan. Størsta hálið vit fingu hesaferð var, at kvøld og náttartímar telja meira. Vit eru fullgreiðar yvir, at hetta hevur havt avleiðingar fyri, at vit ikki fingu eins nógv í lønarhækkan á triðja ári sum onnur fakfeløg. Okkara stríð fyri at fáa okkara arbeiðsgevara og politisku skipan at skilja tyngdina og ábyrgdina í okkara krevjandi trískiftisvaktum, og at tað als ikki ber til at halda hvílitíðina, tað er tungt hoyggja at draga. Og enn meira tungt gjørdist hoyggið, tá onnur fakfeløg, har limirnir ikki starvast út um regluligar gerandisdagar í dagtímum, bara komu valsandi inn og skrivaðu undir, ja, tá er smakkurin í munninum ringur. Eitt er púra vist, vit lata okkum ikki eitthvørt lynda, og vit bretta upp um armar til næstu samráðingar.
Enn meira óskiljandi og ódámligt er, at tá so semja er undirskrivað, so er tað ein áralangur dystur millum okkum og okkara arbeiðsgevara um, at sáttmálin skal haldast. Málið um halgidagarnar er besta dømið um tað. Siðani semjuna í 2019 hava okkara limir verið fyri vanbýti, tí Fíggjarmálaráðið ikki vil halda ásetingina um halgidagar. Vit skriva nú 2025 og framvegis er málið ikki loyst. Málið er nú í Fasta Gerðarrætti og eru vit bundin við lóg at bíða eftir úrskurðinum.
Gyltu orðini og lyftini frá mongum politikara undir koronukríminum, ja, tey eru horvin sum døgg fyri sól. Politiska minnið sigst vera stutt. Í øllum førum kann staðfestast, at øll hálovanin, av sjúkrarøktarfrøðingunum undir koronukríminum, var ikki í ljósmála lagnudagin 2. november 2023. Spurningurin er so, um okkara minni er eins stutt sum tað politiska.
Annika Helgadóttir og Súsanna Skaale, báðar sálarfrøðingar, eru í fer við at gera eina kanning um kenslulig krøv í okkara arbeiði sum sjúkrarøkarfrøðingar. Tað verður ógvuliga áhugavert og neyðugt at fáa úrslitini frá hesari kanningini. Annika Helgadóttir hevur frammanundan gjørt eina kanning – Arbeiði og tú – Psykososiala arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum. Í hesi kanningi eru nógv álvarsom úrslit viðvíkjandi sjúkrarøktarfrøðingum. Felagið fer at skipa fyri einum temadegi við útgangsstøði úr hesari kanningini. Endalig dagfesting er ikki ásett enn.
Strongd og ringur trivnaður sýnist at vinda upp á seg. Tíverri eru ikki greið føroysk tøl at vísa á. Tað er ikki nóg greitt, hvussu hetta verður skrásett, og hvussu støðan verður handfarin. Tað tykist at vera trupult at fáa okkara politisku skipan at skilja álvarsemi í hesari støðu. Sjúkrarøktarfrøðingar er eitt dýrabart tilfeingi. Hokna vit undan byrðuni, er hetta ógvuliga álvarsamt og avleiðingarnar eru stórar. Fyrst og fremst er hetta álvarsamt fyri rakta sjúkrarøktarfrøðingin. Hetta er eisini ógvuliga álvarsamt fyri okkara heilsuverk og veitan av sjúkrarøktarfrøði innan allar geirar. Stórar kompetensur kunnu standa upp á spæl og tað er álvarsamt. Tíverri tykist tað, sum hugburðurin hevur verið og fyri ein part er tað framvegis, at um viðkomandi ikki megnar hetta, so kann viðkomandi bara finna aðra leið, og so fáa vit ein annan sjúkrarøktarfrøðing ístaðin. Hesin serstakliga óunnuligi og ódámligi tendensur, vóni eg, er við at venda.
Vit eru menniskju, sum arbeiða við menniskjum. Tíðin er komin til, at hond verður tikin um okkum og at vit verða “hildin við líka”. Hetta skal vera ein sjálvfylgja, og ikki ein laissez faire hugburður, sum tykist valda. Tað “bleyta og kensluliga” vita vit kann verða trupult at prógva. Mín vón er, at við alsamt fleiri kanningum og tølum – og ikki minst, hvat hetta kostar okkara samfelagi í krónum og oyrum, so man onkur fara at rakna við, og okkurt fer at henda fyri at bøta um støðuna og handfaran av støðuni. Hetta síggja vit sum fakfelag stóran og neyðugan týdning at arbeiða framhaldandi fyri.
Ímyndið tykkum einar Føroyar uttan sjúkrarøktarfrøðingar. Hvussu hevði støðan verið hjá okkara borgarum, um ongir sjúkrarøktarfrøðingar vóru? Eg síggi bara fyri mær kaos og tað sum verri er. Vit vita, at tørvur er á okkum og, hvussu stóran týdning vit hava í hvørjari einastu sjúklingagongd. Vit vita tað, og framhaldandi er okkara stóra arbeiði at fáa okkara arbeiðsgevara at fáa somu fatan og vísa okkum í verki – við virðiligari løn og arbeiðskorum.
Hetta vil eg bjóða meg fram til at lyfta í felag saman við nevnd og forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Gott val
Við fakfelagskvøðu
Súsanna Funding,
Nevndarlimur og skrivari