Hvør eri eg:
Eg eiti Guðrið Òluvudóttir, eri 47 ár og búgvi í eysturbýnum í Havn. Eg eri gift við Boga Bjarnason, og saman hava vit 5 børn íalt, í aldrinum 26-13 ár.
Eg varð útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 2002, og seinastu 19 árini, havi eg starvast í endoskopiini á LS.
Seinastu árini, havi eg fleiri ferðir umhugsað, at stilla upp til nevndina. Hetta geri eg serliga, tí eg havi áhugað fyri fakfelagsarbeiði, og fylgi væl við, hvat rørir seg í almenna rúminum. Síðani eg gjørdist álitisumboð í maj 2022, hevur tað av álvara kriblað í mær, at stilla upp og sleppa at gera mun og hava ávirkan. Fakta er, at sum álitisumboð, fært tú rættiliga gott innlit í, hvat rørir seg millum limirnar, hvørjar broytingar og batar limirnir ynskja sær, samstundis, sum man hevur tætt samstarv til felagið, sum millumlið millum limir og felag. Hetta hevur av álvara givið mær blóð uppá tonnina.
Harafturat, eru øki í sjúkrarøktini, ið eg brenni fyri, sum veruliga mangla umtalu og viðgerð. So ístaðin fyri, at standa á síðilinjuni, vil eg heldur verða við, har broytingarnar henda. Tí vil eg hervið, bjóða meg fram, sum valevni, til nevndina hjá Føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum.
Eitt produktivt felag:
Eg er errin av, at verða sjúkrarøktarfrøðingur og errin av okkara fakfelagi. Seinastu árini, serliga frá 2017, er sera nógv gott, komið burturúr samráðingunum. Vit hava fingið nýggja lønartalvu, hægri viðbøtur fyri ólagaliga arbeiðstíð. Hægri normtíð, fyri kvøld og náttarvaktir, og ikki minst, hava vit sjúkrarøktarføðingar, aftur fingið møguleikan at avspáka. Hetta seinasta, hevur verið sera týdningarmikið fyri fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, ið av somu orsøk, hava havt drúgvar arbeiðsvikur, ið oftast, hava ligið langt omanfyri 40 tímar/viku. Men nú eru batar at hóma, hetta er gleðiligt.
Vit hava eitt sera produktivt felag, og tað eru ikki einans sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið hava notið væl, av hesum væl samráddu sáttmálum. Eftir mínum tyki, hevur Felagi føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, lagt lunnar undir, betri sáttmálar hjá fleiri fakfeløgum. Serliga í sáttmálunum hjá kvinnufakunum, hevur FFS verið viðvirkandi til, at betra um lønar.- og arbeiðsumstøðurnar.
Hvat manglar so?:
Men enn, er ikki komið á mál, og tað eru framvegis øki innan sjúkrarøktina, ið krevja batar. Og tað er við ynskjum um, at verða við til at fremja batarnar, at eg bjóði meg fram sum valevni.
À aðalfundinum í fjør, 2024, las eg eitt skriv, ið eg og starvsfelagarnir høvdu orðað. Har nevndu vit nøkur av teimum økjunum, ið krevja ábøtur, og sum ongantíð hava fingið nakrað umtalu, tá sáttmálar eru skrivaðir.
Her hugsi eg serliga um ambulatoriini, men eisini sjúkraøktarfrøðingarnir á skurðgongdunum í Heilsuverkinum, og sjúkrarøktarfrøðingarnir í kommunulæknaviðtalunum, ið ongar viðbøtur fáa, fyri sín serkunnleika. Hetta mugu vit sum fakfelag, gera nakað við!
Sum áður nevnt, havi eg starvast í endoskopiini á LS, seinastu 19 árini. Og faktiskt ongantíð, hesi 19 árini, eru t.d ambulatoriini nevnd, við einum orðið, tá samráðingar hava verið. Man hevur ikki megnað, at samrátt seg til nakrar viðbøtur, ið kundu gjørt t.d ambulatoriustørvini meiri attraktiv. Veruleikin er tann, at tað er vorðið trupult, at rekrutterað sjúkrarøktarfrøðingar til t.d ambulatoriini. Treytirnar eru heilt einfalt, ikki nóg góðar. Tað gevur einki eyka, 40 tímars arbeiðsvika, er 40 tímars arbeiðsvika, her er eingin hægri normtíð ella viðbøtur at heinta. Hvar er gularótin?
At starvast á ambulatoriunum, á skurðgongini og kommunulæknaviðtalum, kemur undir spesial sjúkrarøkt. Tað eg meini her er, at man kann ikki møta til arbeiðis á einum av hesum deildum, uttan at hava ávísar førleikar fyrst.
Lat meg leggja eina við: Allir sjúkrarøktarfrøðingar, eru spesialistar á sínum øki, og tað skal einki takast frá nøkrum!!
Tað eg meini er, at tað finnast størv innan sjúkrarøktina, ið krevja neyva upplæring, áðrenn man kann arbeiða sjálvstøðugt. Henda upplæring, gevur sum oftast, eingi ECTS stig, og fyri summar sergreinar, finst eingin eftirútbúgving, ið geva neyðugu ECTS stigin, sum í verandi sáttmála, er treyt fyri at fáa viðbøtur.
Eri eg so heppin, at blíva vald inn í nevndina hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, er eitt av mínum hjartamálum, at samráðast um viðbøtur til spesialøkini, ið krevja neyva upplæring á staðnum.
Fyri kortum, var eg á einum skeiði í KBH. Eina dagin, vóru eg og starvsfelagin, og vitjaðu endoskopiina á Bispebjerg, fyri at vita hvussu tey arbeiddu osv. Har var tosað um mangt og hvat, m.a um løn og viðbøtur. Har á deildini, høvdu verið stórir trupulleikar við rekruttering og at varveita sjúkrarøktarføðingarnar í starv. Lønin svaraði ikki til arbeiðið! Tískil hevði leiðslan fingið orðað eina lokal aftalu, um viðbøtur, fyri at vita um tað kundi bøta um trivnaðin. Og tað vísti seg, at rigga.
Tey høvdu fingið íblástur, frá førleika stiganum hjá Dreyfus brøðrunum: From Novice to Expert ( The dreyfuss model, Of skill acquisition). Tey høvdu býtt førleikastigan sundur í trý:
- Árið (begynder)
- Árið (kyndig)
- árið (ekspert)
við at geva sjúkrarøktarføðingunum, eina ávísa viðbót, eftir førleikastiganum, megnaði deildin, at halda uppá sjúkrarøktarfrøðingarnar og ikki minst ekspertisuna. Harafturat, var tað vorðið munandi lættari, at rekrutterað nýggjar sjúkrarøktarfrøðingar til deildina. Tað skal altso ein gularót til!!
Eg eri IKKI, fortalari fyri lokal avtalum, tí ynski eg, at ein slík avtala, skal orðast í sáttmálan soleiðis, at allir sjúkrarøktarfrøðingar, ið uppfylla treytirnar kunnu fáa lut.
Tað er mítt stóra ynski, at ein slík avtala kann fáast í lag. Til seinastu samráðingar, fingu onnur fakfeløg samráðst seg til slíkar viðbøtur, so hví skuldi Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, ikki gjørt tað sama?
Seniorpolitikkur:
Eitt ið eg, í fleiri umførum eri gjørd varug við, er manglandi seniorpolitikkur, innan sjúkrarøktarfrøðiliga fakið.
Ì sáttmálanum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, finst einki um seniorpolitikk. Hóast eftirløn og eftirlønaraldur fyllir nógv í almenna rúminum. Her má setast inn!
Allir føroyingar, skulu samla upp til egna eftirløn, og eftirlønar aldurin er hækkaður, og hann skal hækka enn meir!
Til hvørjar samráðingar, kunnu limirnir koma við sínum hugskotum til, hvat felagið kundi tikið við til samráðingarnar. Uppskotini, verða síðani send til felagið, umvegis álitisumboðini. Og tað grettir ikki, tvey evnið verða altíð nevnd. Viðbøtur og seniorpolitikk.
Limirnir eru ørkymlaðir um, at eftirlønin er ov lág, flestu limirnir, hava jú eisini arbeitt niðursetta tíð. Og so ynskja limirnir, at sleppa at arbeiða minni, uttan at missa í løn, tá tey gerast 60 ár.
Sum er, gjalda vit 15 % av okkara løn í LÌV. Hetta gjaldið má hækkað, soleiðis, at limirnir kunnu fáa eitt rímiligt eftirlønargjald.
Felagið má, fáa orðað seniorpolitikk inn í sáttmálan, soleiðis at limirnir megna, at arbeiða tey fleiri árini, ið allarhelst skjótt, verða løgd afturat.
Ì Danmark hevur man longu orða seniorpolitikk. À heimasíðuni hjá DSR, ber til at lesa um “Senior politik i det offentlige”.
Við at hyggja nærri at føroyskum sáttmálum, kom eg fram á sáttmálan hjá lærarafelagnum, og í honum stendur sera konkret, hvørji arbeiðsrættindi lærarar eftir 60 ára aldur hava.
Har stendur: at limir, tá teir fylla 60 ár, hava rætt til færri undirvísingar. – og fyrireikingartímar. Sostatt, kunnu lærarir, smb. Sáttmála, undirvísa færri tímar, uttan at missa løn. Og heilt lætt roknað, er talan um ein tímaniðurskurð á, áleið 10%. Tvs áleið 4 tímar færri/vikuna.
Í avtaluni, um arbeiðstíð hjá lærarum, í føroyska fólkaskúlanum, stendur soleiðis:
- 2 Arbeiðstíð
Árliga arbeiðstíðin er 2.080 tímar fyri hvønn lærara í fullum starvi, íroknað frítíð, halgidagar og fastir frídagar. Tá ið frítíð, halgidagar og fastir frídagar eru drignir frá, er árliga arbeiðstíðin 1.800 klokkutímar.
Víðari stendur:
Stk. 2
Arbeiðstíðin verður løgd til rættis soleiðis, at hvør vika er í meðal 40 tímar
(8 tímar um dagin). Er mattíðin fastløgd, verður hon ikki roknað við í arbeiðstíðina. Ber ikki til at fastleggja mattíðina, verður hon roknað sum arbeiðstíð og skal verða hildin, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí. Henda fríløtan kann vera upp til hálvan tíma, og lærarin skal vera til taks, um tað er neyðugt.
Stk. 6
Frá skúlaársbyrjan tað skúlaárið, lærari fyllir 60, verða skúlatíðin og egintíðin lækkaðar soleiðis:
Hevur lærari millum 19 og 22 undirvísingartímar um vikuna, verður skúlatíðin lækkað 187,5 og egin tíðin 125 lækkað tímar um árið.
Hevur lærari millum 14 og 18,99 undirvísingartímar um vikuna, verður skúlatíðin lækkað 150 og egintíðin 100 tímar um árið.
Hevur lærari millum 10 og 13,99 undirvísingartímar um vikuna, verður skúlatíðin lækkað 112,5 og egintíðin 75 tímar um árið.
Hevur lærari millum 6 og 9,99 undirvísingartímar um vikuna, verður skúlatíðin lækkað 75 og egintíðin 50 tímar um árið.
Hevur lærari millum 3 og 5,99 undirvísingartímar um vikuna, verður skúlatíðin lækkað 37,5 og egintíðin 25 um árið.
Tala serligar heilsuligar grundir fyri tí, kann lærari, sum ikki er fyltur 60 ár, fáa somu sømdir”.
Ikki er altíð neyðugt, at leita sær langt burtur eftir íblástri, tá broytingar skulu fremjast.
Um vit nú hugsað okkum til, at nevndin í FFS, fekk samrátt seg til sama niðurskurð í arbeiðstíð, vildi ein sjúkrarøktarfrøðingur, við 40 tíma viku, upptjent sær góðar 2 frídagar um mðn. Tað hevði gjørt stóran mun
Eitt líknandi uppskot, eigur at koma við til næstu samráðingar. Harafturat, hevði ein slík viðtøka, fyrr ella seinni, komi øllum limum tilgóðar.
Eg vóni, at eg við hesum skrivi, havi fanga áhugan hjá onkrum tykkara, ið hava somu ynskju sum eg, um at betra um korini hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, ið staravast innan ambulatorii-økið og onnur spesial øki, ið ikki fáa viðbøtur fyri teirra servitan.
Og ikki minst, at vit til komandi samráðingar, fáa orðað ein ítøkiligan seniorpolitikk fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar.
Eg havi enn fleiri ynskir fyri sjúkrarøktarfrøðifakið, enn tey eg havi nevnt her. Men hesi bæði punktini, um viðbøtur og seniopolitikk, verða tey, ið eg leggi stórstu áherðslu á, í hesi valgreinini. Vónandi sleppi eg, at viðvirka til enn fleiri broytingar, saman við okkara dugnaligu nevnd.
Til allar seinast, má eg nevna týdningin, at felagið framhaldandi stríðist fyri hægri grundløn. Tí tað er við grundlønini, at vit røkka øllum limunum í einum.
Við takkarkvøðu og gott val øll somul
Blíðar heilsanir
Guðrið Òluvudóttir
valevni