FÁ2 er Fakligur áhugabólkur fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum starvast og hava áhugað fyri sjúklingum við krabbamein og teirra avvarðandi, og við palliatión.
Eins og hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, er hvonnin vald sum búmerkið hjá FÁ2, tó í øðrvísi formi og sniði.
Søgan um hvonnina (“Angelica Archangelica”):
Navnið ‘Angelica Archangelica’, merkjur ærka-eingilin og kemur frá Evropa, har ærka-eingulin Mikkjal vísti seg fyri munkum. Hann greiddi frá, at hvonnin kundi brúkast sum heilivágur móti pestuni.
Hvonnin er søguliga brúkt sum heiligvágur móti ymiskum sjúkum, men eisini sum leskiligt grønmeti.
Hugleiðingar um búmerkið:
Lívið við krabbameini er ógvuliga komplekst og samstundis eru vit øll menniskju ymisk.
Soleiðis er hvør einstøk blóma eisini ymisk á at líta. Bløð og blómur peika og vaksa í nógvar ættir. Nøkur spíra og blíva til nýggjar blómur, onnur fáa annað ella nýtt lív, og aftur onnur fella til jarðar og følna.
Okkara búmerkið ímyndar eina hvonn, sum stammblómu (høvuðsblóma). Frá stammblómuni, sprettur ein einstøk blóma, og grøn bløð vaksa út úr stammuni. Onkur uppreist, onnur meir fallandi. Eisini á lítlu blómuni spretta bløð fram.
Stóra blóman, saman við nógvum blómum, kann verða mynd av, tá ein er sjúkur við krabbameini, so rakar tað alla familjuna/øll tey nærmastu. Men hon kann eisini verða mynd av fleiri sløgum av krabbameinssjúklingum í somu støðu.
Tað, at tann nýggja blóman veksur fram, kann verða ein mynd av lívinum eftir krabbasjúku. Ein nýggjur spíri, har tann sjúki er liðugur við viðgerð og skal byrja lívið aftur við nýggjum upplivingum og lívsroyndum, – við nýggjum lívsviðføri. Hann verður ongantíð tann sami aftur, men kann fáa eitt “nýtt” og gott lív, men kann tó koma at kenna seg øðrvísi við seinfylgjum, ótta fyri deyðanum v.m.
Blóman kann eisini verða mynd av, at hóast krabbameinssjúklingurin hevur fólk rundan um seg, vil hann altíð kenna seg einsamallan í síni støðu. Hendan kenslan av einsemi kann raka sjúklingin, men eisini tey nærmastu.
Hvonnin kann eisini verða mynd av, at krabbamein rakar øll, – børn, vaksin og eldri.
Grønu bløðini kunnu verða ímyndin av, hvussu ein hevur tað við krabbameini sum fylgisveini.
Onkra løtu kann ein kenna seg glaðan og upplyftan, og lívið kennist gott. Tað er vón. Lívið er, hóast álvarsliga sjúku, gott. Blaðið stendur rankt og upprætt.
Aðra løtur kunnu tykjast tyngri og ein skal berjast meir, hevur hug at geva upp, men lyftist aftur. Blaðið hevur hug at hanga – koppa á. Men ikki er altíð møguligt, at lyfta sær aftur, og er ein tá noyddur at geva yvir, og deyðin fær fastatøkur. Blaðið hoknar undan og fellur.
Hetta kann ímynda tær mangan truplu og kenslubornu støðurnar, krabbameinssjúklingurin og avvarðandi, kunnu koma í. Bæði likamliga, sálarliga, sosialt, andaliga og eksistentielt.
Rundingurin rundanum hvonnina kann lýsast sum sjúkrarøktarfakliga arbeiði, við kjarnuuppgávuni at veita tí sjúka og teirra avvarðandi røkt, endurvenjing og endurmenning, eins og umsorgan, tryggleika og vón, bæði áðrenn, undir og eftir viðgerð av sjúku. Men eisini tá deyðin nærkast og síðsta tíðin er komin, at linna og verða hjá.






