Endurmenning til krabbameinssjúklingar:
Sjúkrarøktarfrøðingar ið starvast á onkologiska ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum, hava í nógv ár sæð, hvussu sjúklingar stríðast við seinárin av krabbameini og viðgerð. Og harvið at tørvur hevur verið á meiri skipaðari endurmenning. Viðkomandi útbúgvingar og royndir – so sumspecialútbúgving í onkologi, luttøka í Krabbameinsætlanunum, luttøka á ráðstevnum og skeið í endurmenning á Setrinum – hava styrkt okkara vitan og kveikt áhugan fyri at menna eitt endurmenningartilboð.
Endurmenning er ein tvørfaklig tilgongd, sum hevur til endamáls at hjálpa fólki at liva eitt meiningsfullt lív, hóast avmarkingar í teirra likamligu, sálarligu, kognitivu og/ella sosialu førleikum, sum kunnu gera tað trupult at megna gerandisdagin. Vit hava valt at taka støði í allýsingini av endurmenning (rehabilitering) sum “Hvidbogen”, Marselisborg, DK, lýsir í tráð við
WHO[1]
Vit hava tikið stig til at bjóða sjúklingunum tørvsmetanarsamrøður við tí endamáli at betra um støðuna, har tørvur er. Eitt týdningarmikið lið í hesum arbeiði er, at tað verður framt tvørfakligt, og at sjúklingurin altíð er í miðdeplinum. Í hesum sambandi hava vit sett ein tvørfakligan bólk, ið telur sjúkrarøktarfrøðing, fysioterapeut, ergoterapeut, lækna, sálarfrøðing og sexolog. Sosialráðgevi er eisni knýttur at bólkinum, og um tørvur er, kunnu kostráðgevi, prestur og neurosálarfrøðingur eisini verða tikin við. Eftir sjúku og viðgerð eru tað nógv, ið stríðast við seinárin. Seinárin hjá krabbameinssjúklingum kunnu vísa seg á ymiskan hátt. Nøkur dømi eru fatique, ótti fyri at sjúkan vendir aftur, svøvntrupulleikar, trupulleikar við seksualiteti, broytt kropsfatan og at hugsavna seg.
Ì hesum sambandi eru vit eisini farin at skipa fyri cafépráti beint eftir venjingartíman í fysioterapiini. Endurvenjingin, ið er tvær ferðir um vikuna, er eitt tilboð til krabbameinssjúklingar, ið eru í viðgerð. Fundirnir vara vanliga ein tíma, men kunnu draga út, tí luttakararnir hava tørv á at tosa saman, og tað eisini er ein týdningarmikil partur. Til café prátið eru evni á skráð, ið eru viðkomandi fyri luttakararnar, og har verður tosað, deilt og lurtað í tryggum og opnum umhvørvi.
Sigast kann eisini, at tey flestu byrja venjing í Fysioterapiini á LS og fáa síðani møguleika at halda áfram í KS ella SS alt eftir hvar í landinum tey búgva, og á SS eru tey eisni byrjaði við Café prát.
Evnisdagur um endurmenning og seinárin:
Vit á onkologiska ambulatoriinum hava í fleiri ár havt eitt gevandi samskifti við Lise Bjerrum Thisted[2] og Vibse Bjerrum Jørgensen[3]. Báðar hava tær drúgvar arbeiðsroyndir innan bæði sjúkrahúsverkið og kommunala geiran. Tær hava undirvíst, luttikið í granskingarverkætlanum og verið við til at menna tilboð til sjúklingar við krabbameini. Harumframt hava vit eisini verið á vitjan í heilsumiðdeplinum í Esbjerg, har Vibse starvast, og fingið innlit í arbeiðið har.
Í samráð við funktiónsleiðaran, Jóhonnu Andreasen, mettu vit, at tað hevði verið áhugavert og gevandi at skipa fyri einum evnisdegi í Føroyum við Lise og Vibse sum undirvísarum, har endurmenning og seinárin var á breddanum. Og har vit ynsktu dagin at verða tvørfakligan.
Eftir spennandi og drúgt samskifti við ymiskar partar, eydnaðist at fáa alt upp á pláss. Evnisdagurin varð hildin mánadagin 24. mars 2025 í Kongshøll, í góðum samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.
Fíggjarligur stuðul frá Betri og JFK gjørdi tiltakið møguligt.
Heitið á degnum var: “Hvør, hvat og hvussu handfara vit endurmenning og seinárin hjá sjúklingum í og eftir krabbameinsviðgerð í Føroyum – í dag og í framtíðini.”
Endamálið við evnisdegnum var at geva luttakarunum betri innlit og vitan um endurmenning og seinárin hjá krabbameinssjúklingum – og ikki minst, hvat vit kunnu gera fyri at betra um støðuna. Samstundis skuldi dagurin skapa møguleika fyri, at fólk úr ymiskum fakbólkum kundu hittast, tosa saman, kjakast, deila royndir og knýta samstarvsbond. Vónin var, at hetta ikki bara bleiv ein einstakur dagur, men ein byrjan upp á eitt meira miðvíst og samanhangandi arbeiði við endurmenning í Føroyum.
Birna Mohr Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur MSc í heilsuvísind og eisini er depilsleiðari á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, hevði innleiðsluna á evnisdegnum. Í sínum uppleggi legði hon dent á, at tað ikki bara snýr seg um at yvirliva krabbamein, men um at liva og gerast eitt vælvirkandi menniskja aftur. Hetta krevur bæði samstarv, førleikar, fíggjarorku og ein greiðan heilsupolitikk.
Høgni Hammershaimb Andersen sum er fysioterapoutur PhD, greiddi frá eini týðandi granskingarverkætlan, sum hann arbeiðir við. Endamálið við verkætlanini er at kanna seinárin hjá føroyskum krabbameinssjúklingum. Úrslitini fara at geva eina greiðari mynd av, hvat sjúklingarnir stríðast við, og hvar størsti tørvurin á stuðli er. Hetta er týdningarmikið, tí tað gevur ítøkilig tøl og grundarlag fyri at seta nýggj tiltøk í verk – og ikki minst tá fígging skal fáast til vega.
Vibse og Lise greiddu frá, hvussu tey í Danmark arbeiða við endurmenning og seinárinum. Tey leggja stóran dent á at síggja tann einstaka sjúklingin sum eitt menniskja við egnum royndum og styrkjum: Hvar er sjúklingurin í lívinum beint nú? Hvussu megnar hann at handfara støðuna?
Hvørjar strategiir hevur hann brúkt áður? Og at endurmenningin altíð má vera lagað til tann einstaka – realistisk og við atliti til motivatión og førleikar.
Fyrilestrarhaldararnir løgdu dent á, at tørvsmetan og eyðmerking av tørvum má fara fram í einum virðiligum og opnum samspæli millum sjúkling og heilsufakfólk, og í tí sambandi frágreiðing um, hvussu ICF-endurmenningarmodellið kann nýtast í praksis. Fatique varð nevnt sum eitt dømi um, hvussu umfatandi og avbjóðandi seinárin kunnu vera – og hvussu týdningarmikið tað er at finna fram til, hvat kann hjálpa tí einstaka sjúklinginum at fáa tað betri.
Tær vístu eisini á, hvussu lætt tað kann vera hjá okkum fakfólkum at halda, at vit vita best, men at tað er avgerandi at minnast til, at sjúklingurin er serfrøðingur í egnum lívi – við egnum royndum, meiningum, dreymum og ynskjum. Heilsufakfólk eru serfrøðingar í sjúku, viðgerð og teirra árinum, og at tað er í samspælinum millum hesi bæði sjónarhorn, at vit veruliga kunnu gera mun.
Eftir framløgurnar varð skipað fyri bólkakjaki, har luttakararnir fingu høvið at tosa um møguleikar og forðingar í mun til endurmenning og seinárin í Føroyum. Tey kjakaðust um, hvat vit longu nú kunnu seta í verk, hvat vit kunnu arbeiða fram ímóti, og hvørji ynski og visjónir eru fyri framtíðina.
Luttakararnir vóru sera áhugaðir og virknir, og nógv ítøkiligt kom fram í kjakinum.
Ein felags ábyrgd:
Við støði í afturmeldingunum og okkara egnu meting, kunnu vit staðfesta, at evnisdagurin eydnaðist sera væl. Framløgurnar vóru fakliga sterkar og grundaðar á bæði gransking og drúgvar royndir innan endurmenning og seinárin. Ein týðandi boðskapur var, at vit bert kunnu loysa hesa stóru uppgávu saman – tvørfakliga og í samstarvi. Og at tað er ein fortreyt fyri at kunna bøta um heilsuna, tryggleikan og lívsgóðskuna hjá krabbameinssjúklingum og teirra avvarðandi – og harvið eisini gerandisdagin.
Evnisdagurin gav íblástur og grundarlag fyri framhaldandi arbeiði. Krabbameinsfelagið tók stig til at kalla inn til fund seinni í ár, so arbeiðið kann halda fram. Vónin er, at endurmenning og hjálp til seinárin kann vera á jøvnum føti og ein sjálvsagdur partur av krabbameinsviðgerðini í Føroyum.
[1] ”Rehabilitering er målrettet personer, som oplever eller er i risiko for at opleve begrænsninger i deres fysiske, psykiske, kognitive og/eller sociale funktionsevne og dermed i hverdagslivet. Formålet med rehabilitering er, at muliggøre et meningsfuldt liv med bedst mulig aktivitet og deltagelse, mestring og livskvalitet. Rehabilitering er en samarbejdsproces mellem en person, pårørende, professionelle og andre relevante parter. Rehabiliteringsindsatser er målrettede, sammenhængende og vidensbaserede med udgangspunkt i personens perspektiver og hele livssituation”.
[2] Master í kliniskari sjúkrarøkt, CBT-i svøvnvegleiðari, kliniskur sjúkrarøktarfrøðiligur serfrøðingur í Regional Klinik for senfølger efter kræft, onkologisk afdeling Sjællands universitetshospital.
[3] Kommunalur sjúkrarøktarfrøðifakligur krabbameinsvegleiðari, certificeraður psyko- og familieterapeut og mindfulness instruktørur.