ERT TÚ TANN VIT SÓKNAST EFTIR?
Kundi tú hugsað tær, at staði á odda fyri demensdeildini Handarustovu og verið við til at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólki har, so er tað tær vit leita eftir.
Deildarleiðarastarvið er leyst at søkja, við starvsbyrjan 1.nov 2024 ella eftir avtalu. Deildarleiðarin vísir til eindarleiðaran, og gerst partur av einum deildarleiðarabólki á Lágargarði, sum telur tríggjar deildarleiðarar, umframt einum deildarleiðarahópi í Heilsu- og umsorganartænastuni uppá 18 fólk. Eisini hevur tú ein varadeildarleiðara afturat tær á Handarustovu.
Lágargarður er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu. Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir. Lágargarður varð tikin í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.
Á Handarustovu eru 16 búpláss til fólk við demenssjúku. Her verður arbeitt útfrá prinsippunum um persónssentreraða røkt og umsorgan, og skipað verður fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnir hjá húsfólkunum, ið hava demenssjúku. Tú kemur, saman við varadeildarleiðaranum, at vera í miðdeplinum at samskipa og skapa karmar fyri tí, í einum tryggum og heimligum umhvørvi. Tú fært ábyrgd av einum starvsliðið, ið er í menning og veitir dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til heilsufremjan, fyribyrging og rehabilitering í einum virknum gerandisdegi.
Tú fært fyrisitingarliga-, fakliga- og starvsfólkaliga ábyrgd av deildini. Vit ynskja ein deildarleiðara, sum bæði kann virka fyri fakligar dygd, trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvið. Tú kanst gera neyðugar raðfestingar og varðveita yvirlitið í gerandisdegnum. Tú hevur áræði, tekur initiativ, ert álitisvekjandi og kanst virka fyri einum lærandi arbeiðsplássið. Tú hevur góð samstarvsevnir, og kemur at standa á odda fyri samstarvinum við inannhýsis- og uttanhýsis samstarvspartar.
VIT YNSKJA OKKUM EIN LEIÐARA SUM HEVUR
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði, umframt arbeiðsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
• leiðsluroyndir
• vitan og royndir innan demensøkið, og útbúgving sum demenssamskipari kann vera ein fyrimunur
• aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning, umframt hugflog og áræði at seta í verk og gjøgnumføra tiltøk sum støðugt skulu betra um fakligu dygdina eins væl og trivnaðin á deildini
- góð samskiftis- og samstarvsevni bæði tá tað ræður um húsfólk, avvarðandi, starvsfólk og samstarvspartar
• góðan telduførleika
• førleika at miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga
VIT KUNNU BJÓÐA
- eitt spennandi og avbjóðandi starv við møguleika fyri fakligari menning
- • felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!
LØN- OG SETANARTREYTIR
Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Eidesgaard, eindarleiðara, telefon 302000, ella á teldupost: ingune@torshavn.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Tórshavnar Kommunu.
Tú søkir starvið við hesu leinkjuni Leys størv – Tórshavnar kommuna (torshavn.fo)
Umsóknarfreistin er 17. sept 2024.