Um meg:
Navn: Lena B. Bjarnason
Útbúgving: Herlev Sygeplejeskole, 2003
Starvsstað: Palliativa Toymið síðan 2015
Serútbúgvingar:
- Gerontologi
- Serfrøðingur í krabbameinssjúkrarøkt
Komandi útbúgving: Serútbúgving í palliativari sjúkrarøkt á Lovisenberg í Oslo frá august 2026.
Hví valdi eg palliativa sjúkrarøkt?
Tá eg í 2003 byrjaði á Medisinskari seingjardeild B6, var mín stóri áhugi krabbameinssjúkrarøkt, har fokus var á viðgerð og lekjing. Men sum árini gingu, vaks áhugin fyri teimum sjúklingunum, sum ikki kundu lekjast, og sum stóðu yvir fyri heilt øðrum avbjóðingum í lívinum.
Kari Martinsen tosar um at tað krevur mót at verða opin og nærverandi í samrøðuni, og tað er ikki minst galdandi tá sjúkrarøktarfrøðingurin má tosa við menniskju sum eru so hart rakt eksistensielt sum palliativir sjúklingar og teirra avvarðandi ofta eru.
Eg upplivdi, at sjúkrarøktin snúði seg um nógv meira enn symptom og viðgerð. Samrøður um sorg, angist, ótta, trúgv og meining blivu ein natúrligur partur av arbeiðinum. Tað gav mær eina djúpari fatan av, hvussu umráðandi tað er at vera til staðar hjá menniskjum í einari sera viðbreknari tíð.
Palliatión snýr seg ikki bert um seinastu dagarnar ella vikurnar av lívinum. Hon kann byrja tíðiliga í sjúklingagongduni, og hjálpa sjúklingum og familjum at varðveita lívsgóðsku gjøgnum alla sjúkugongdina.
Tá álvarsom og ólekjandi sjúka rakar, verður øll familjan ávirkað. Tí eri eg sera upptikin av at skapa tryggleika, linna bæði kropsligar og sálarligar líðingar og stuðla teimum menniskjum, sum standa mitt í einari torførari støðu. Samstundis er palliativ sjúkrarøkt eitt tvørfagligt arbeiði har fleiri fakbólkar muga samstarva um at fáa sjúkugongdina at eydnast. Hetta fevnir um millum annað læknar, fysio og ergoterapeutar, sálarfrøðingar, prest, kostráðgeva, kommunulæknar, socialráðgeva, heimatænastuna, sjúkrahúsdeildir.
Tað, sum eg serliga dámi við palliativari sjúkrarøkt, er, at eg má brúka allar síður av fakligheitini og menniskjaligu førleikunum. Hvør sjúklingur hevur sína egnu søgu, sínar egnu ynskir og sínar egnu avbjóðingar.
Eg royni altíð at minnast til, at tíðin hjá hesum sjúklingum er ein livitíð – ikki ein bíðitíð. Mín uppgáva er at hjálpa teimum at liva tað lív, sum gevur teimum meining og lívsgóðsku, so leingi tey kunnu.
Ein vanligur dagur í Palliativa Toyminum
Eingin dagur er heilt eins.
Dagurin byrjar vanliga við at leggja ætlanir fyri ambulantar samrøður, telefonuppfylgingar og nýggjar visitatiónir. Nøkur koma á Landssjúkrahúsið, meðan vit í øðrum førum fara til heimavitjan ella hava Zoom-fundir saman við sjúklingum, avvarðandi og heimasjúkrarøkt.
Mangan kunnu støður broytast skjótt. Sjúklingar kunnu fáa pínu, andaneyð, vaml ella órógvandi symptom, og bæði sjúklingar og avvarðandi ringja ofta fyri at fáa ráðgeving, stuðul ella bara onkran at tosa við.
Ein týðandi partur av arbeiðinum er at tosa við sjúklingar og avvarðandi um ynskir fyri framtíðina. Fleiri ynskja at vera heima so nógv sum gjørligt og kanska eisini at doyggja heima. Tá arbeiða vit saman við avvarðandi, heimatænastu og øðrum samstarvspørtum fyri at skapa tryggar karmar rundan um hetta ynskið.
Eina ferð um vikuna hava vit tvørfakliga konferansu (MDT), har vit saman við læknum, fysioterapeutum, ergoterapeutum, sálarfrøðingi, kostráðgeva, sosialráðgeva, prest og øðrum fakfólkum umrøða sjúklingagongdir og leggja felags ætlanir.
Vit undirvísa eisini javnan øðrum heilsustarvsfólkum, tí vit síggja tað sum ein týðandi part av okkara uppgávu at deila vitan um palliativa røkt.
“Mín fínasta uppgáva er at hjálpa sjúklingum og avvarðandi at finna tryggleika og lívsgóðsku mitt í tí, sum kann kennast sum tað truplasta tíðarskeiðið í lívinum.”
Er nakað, tú kundi hugsað tær var øðrvísi?
Ja, tað eru framvegis nógv øki innan palliatión, sum kunnu mennast.
Fleiri sjúklingar liva longri í dag við álvarsamari sjúku og seinfylgjum, tí verður tørvurin á bæði rehabilitering og palliativum stuðli størri. Eg haldi tí, at vit eiga at seta inn fyrr í sjúkugongdini við stuðlandi tiltøkum, so vit kunnu styrkja um lívsgóðskuna longu frá byrjan.
Eg síggi eisini eitt stórt virði í at styrkja møguleikarnar hjá teimum, sum ynskja at verða heima ella í nærumhvørvinum seinastu tíðina. Tað krevur tryggar samfelagsligar skipanir, tvørfagligt samstarv og nóg mikið av fakfólki kring landið.
Eisini kundi eg hugsað mær at Hospice-hugsanin kom út í øllum samfelagnum har tørvur er á tí. Tað vanliga er at man hugsar hospice filosofiina inn á ein serstakan stovn. Mín persónliga fatan er at hugsanin kann livast út allastaðni, har menniskju fáa umsorgan, røkt og virðing.
Tí kundi eg hugsað mær, at vit í Føroyum settu enn størri fokus á palliativa økið – bæði við menning, gransking og fakligari styrking. Tað hevði givið okkum eina betri fatan av tørvinum hjá føroyskum borgarum og styrkt um tænastuna í framtíðini.

Gustav Klimt – Liv og Død (1916)
Myndin lýsir lívið frá barni til eldri í møtinum við deyðan.
Hetta er ein mynd, sum fangar kjarnuna í palliativari sjúkrarøkt. Her standa lív og deyði tætt saman, og umsorgan, tryggleiki og tvørfakligt samstarv eru hornasteinar í arbeiðinum.



