Ùtbúgvingardato og stað:
Ríkissjúkrahúsið 1998
Hví valdi tú at lesa til sjúkrarøktarfrøðing:
Eg valdi at lesa sjúkrarøktarfrøði, tí eg ynski eina útbúgving, har man arbeiðir við menniskjum og eisini er hetta ein sera spennandi og fjølbroytt útbúgving við nógvum møguleikum.
Starvstað: Eg starvist á onkologiska ambulorium á Landsjúkrahúsinum og havi við krabbameinssjúklingar at gera.
Hvussu leingi hevur tú starvast á hesum stað og innan hettar starvsøki ?
Eg havi starvast á onkologiska ambulatoriinum síðani 2011, innan tað á hæmatologiskari deild á Herlev í átta ár, so tilsamans havi eg starvast innan krabbameinsøkið meir enn 20 ár. Síðani eg bleiv sjúkrarøktarfrøðingur havi eg havt áhuga innan økið og havi nomið mær serútbúgving innan krabbamein.
Kanst tú lýsa arbeidsuppgávurnar hjá tær ein vanlingan arbeiðsdag:
Ein vanligur dagur á onkologiska ambulatoriinum er at geva viðgerð, tað verið seg kemoviðgerðir, immunterapi, antistoffir osfr. Eisini eru vit við til samrøðu, tá sjúklingarnir skulu setast í viðgerð og tá tey koma til meting um viðgerðin hjálpir.
Eisini hava vit viðtalur við kvinnur við bróstkrabba og endurmenningarsamrøður.
Hvat dámar tær væl vid hesum starvi og í starvinum sum sjúkrarøktarfrøðingur?
Ein góður dagur er, tá tú sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur givið viðgerð, røkt, umsorgan og hjálpt sjúklingurin við tí hann hevur tørv á. Tað er sjálvtsagt av stórum týdningin at leggja dent á viðgerðini og hava vitan og verða dagførd viðvíkjandi viðgerðum og hjáárinum, men samstundis er sera týdningarmikið at síggja menniskja aftanfyri og royna vit at leggja dent á at røkta tað heila menniskjua. Tá tað eydnast er tað ein góður dagur.
Hvat dámar tær minnið væl í starvinum sum sjúkrarøktarfrøðingur og hvørjar avbjóðingar kunnu vera?
Mær dámar sum sagt væl ein fjølbroyttan og avbjóðandi gerandisdag.
Krabbameinsøkið er í rúkandi menning og tað hendir nógv á økinum viðvíkjandi viðgerðini. Uppgávurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum verða meira avanceraðar.
Eisini er komið meir fokus á seinárin av viðgerðini og lívið eftir krabban. Á hesum økinum eru vit afturútsigld, men nú eru vit saman við øðrum í gongd við at menna hetta økið.
Er tað nakað tú kundi tú hugsa tær var øðrvísi innan starvsøkið, men eisini sum heild sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Tað eru fleiri øki innan sjúkrarøktina, sum eru ment og framvegis kunnu mennast meira. Tá ein hevur verið sjúkrarøktarfrøðingur í nógv ár og hevur holla vitan innan eitt ávíst serøki eru nógvir møguleikar at menna økið og arbeiða sjálvstøðugt. Hetta sæst serliga væl, har eg starvist, á ambulatoriinum.
Trupulleikin er, haldi eg, at um tú skal menna eitt øki og arbeiða sjálvstøðugt er týdningarmikið, at lønin fylgir við. Eg hugsi at ábyrgd og løn eiga at fylgja hond í hond og hugsi at ein orsøk til at fleiri sjúkrarøktarfrøðingaar ikki átaka sær enn størri ábyrgd er, at man ikki verður løntar fyri tað.
So eg trúgvi, at løn fyri ábyrgd kundi ment sjúkrarøktina og stimbra sj´´ukrarøktarfrøðingar til at tikið á seg ymisk ábyrgdarøki, sum sjúklingar og sjúkrahúsverkið so kundu fingið ágóðan av, samstundis sum sjúkrarøktarverkið kundi gjørst meir lokkandi hjá teimum ungu at fara í holt við.


