Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur og dámar tær leiðslu?
Kundi tú hugsað tær, at staði á odda fyri røktardeildini Miðstovu og verða við til at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk sum búgva har, so er tað møguliga tær vit leita eftir, nú deildarleiðarastarvið á Miðstovu er leyst at søkja, við starvsbyrjan 1. desember 2023 ella eftir nærri avtalu.
Sum deildarleiðari vísir tú til eindarleiðaran, og gerst partur av leiðslutoyminum á Lágargarði, sum telur tríggir deildarleiðarar og tríggir varadeildarleiðarar, umframt at tú gerst partur av deildarleiðarahópinum í Heilsu- og umsorganartænastuni sum telur 17 fólk.
Lágargarður er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu. Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir, sum hava hvør sín eindarleiðara. Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 46 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir, Heimarastovu og Miðstovu, sum eru røktareindir, og Handarastovu, sum er eindin fyri minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi borgarar í Tórshavnar Kommunu, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.
Miðstova hevur 16 búpláss. Her verður veitt røkt og umsorgan, umfamt at vit skipa fyri samveru, sum gevur degnum innihald og stimbrar sansir hjá húsfólkunum. Tú kemur at vera í miðdeplinum at leiða og skapa karmar fyri einum tryggum og heimligum umhvørvi. Tú fært ábyrgd av einum starvsliði, ið fakliga veitir dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til heilsufremjan, fyribyrging og rehabilitering í gerandisdegnum.
Vit ynskja ein deildarleiðara sum bæði kann virka fyri fakligar dygd og fyri trivnaði hjá húsfólkum og avvarðandi, og fyri góðum arbeiðsumhvørvi fyri okkara starvsfólkum. Tú ert væl skipað, kanst gera neyðugar raðfestingar og varðveita yvirlitið í gerandisdegnum. Tú hevur áræði, tekur initiativ, ert álitisvekjandi og kanst virka fyri einum lærandi arbeiðsplássið.
Vit ynskja okkum ein leiðara sum hevur:
- prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði, umframt arbeiðsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
- royndir og møguliga útbúgving innan leiðslu
- aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning, umframt hugflog og áræði at seta í verk og gjøgnumføra tiltøk sum støðugt skulu betra um fakligu dygdina eins væl og trivnaðin á deildini
- góð samskiftis- og samstarvsevni bæði tá tað ræður um húsfólk, avvarðandi, starvsfólk og samstarvspartar
- førleika at arbeiða sjálvstøðugt og raðfesta í einum tíl tíðir hektiskum gerandisdegi
- førleika at miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga
Vit kunnu bjóða:
- eitt mennandi, spennandi og avbjóðandi starv
- innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á deildini
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Møguleika fyri fakligari menning
Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!
Løn- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Eidesgaard, eindarleiðara, telefon 30 20 00, ella á teldupost ingune@torshavn.fo
Umsóknarfreistin er mikudagin 15. november 2023. Umsóknin skal hava prógv, cv og møgulig viðmæli, og sendast til torshavn@torshavn.fo