Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur, í samstarvi við Súsannu Olafsdóttir Skaale og Anniku Helgadóttir Davidsen, fingið pening frá Granskingarráðnum til granskingarverkætlanina:
”kensluligu krøvini hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki”
Kensluligu krøvini, ið sett verða umsorganarstarvsfólki, eru ofta stór. Gransking vísir, at hesi starvsfólk, í størri mun enn onnur, eru í vanda fyri umsorganarmøði og at brenna út vegna arbeiðið. Samstundis eru avbjóðingar við starvsfólkatroti á hesum øki kring allan heim, og eisini í Føroyum, tí talið á føroyingum, ið hava tørv á professionellari umsorgan, er vaksandi. Endamálið við hesi kanning er at gera samrøður við umsorganarstarvsfólk fyri at fáa vitan um, hvussu kensluligu krøvini kunnu ávirka tey. Úrslitini kunnu fáa týdning fyri umsorganarstarvsfólk og fyri dygdina í tí arbeiði, ið tey gera umframt skapa vitan um, hvussu til ber at fyribyrgja umsorganarmøði og varðveita umsorganarstarvsfólk á økinum. Kanningin kann sostatt vera arbeiðsmarknaðinum til gagns frameftir.
Hendan orðingin er tikin úr sjálvari granskingarverkætlanini.
Hetta er ein ógvuliga týdningarmikil og neyðug kanning av arbeiðsumstøðum, har okkara limir virka. Avbjóðingarnar, sum eru lýstar her, kenna okkara limir. Hetta er neyðugt at fáa lýst væl.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gleðist um játtana
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/ein-granskingarverkaetlan-og-triggjar-kanningar-um-arbeidsmarknadin-fingid-studul