4 ráðslimir standa fyri vali til Sjúkrarøktaretiska Ráðið, sum verður avgreitt á aðalfundinum hjá FFS hin 15 mars.
Tá evstamark fyri at stilla upp var farið á midnátt hin 1. februar, høvdu tvey valevni boðað frá, at tey stilla upp.
Hesi eru Eva Mortensen Holm og Lilian Dam, sum taka við afturvali.
Í § 2 í viðtøkunum stendur, at “Í ráðnum eru í mesta lagi 7 limir”.
Tað vil siga, at Ráðnum er loyvt at halda áfram, hóast tað bert eru fimm ráðslimir.
Tað vil tó altíð verða upp til limirnar at avgera, hvat skal henda við Sjúkrarøktaretiska Ráðnum.
Ráðið tekur fegin móti hugskotum og góðum ráðum:
Skriva til etikkur@sjukrarokt.fo ella á messenger hjá profilinum hjá SER Sjúkrarøktaretiska Ráðið.