Tí stilli eg upp til nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Eg eiti Birita Tollaksdóttir Clementsen, eri 55 ár og búgvi í Hoyvík saman við manni og børnum. Eg varð útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur í apríl 1995, tók B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði í 2011 og Diplom í leiðslu í 2020.
Fyrsta árið eftir útbúgvingina arbeiddi eg á Medisinskari deild. Tilvildarliga kom eg síðan at starvast innan psykiatriska økið, sum gjørdist mín fakligi miðdepil frá 1997 og heilt fram til 2021. Á psykiatriska økinum havi eg arbeitt í praksis á deild og havi undirvíst bæði sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki í fleiri ár. Í 2011 fór eg at starvast í leiðslu í Almannaverkinum fram til 2021. Tá tók eg av nýggjum og spennandi møguleika at vera við at leiða í eldraøkinum í Tórshavnar Kommunu . Har arbeiddi eg nærum í tvey ár. Í dag eri eg aftur í Almannaverkinum, har eg arbeiði á Sosialpsykiatriska økinum sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Við hesum drúgvu og fjølbroyttu royndunum innan sjúkrarøkt og leiðslu, bæði á Landssjúkrahúsinum, Almannaverkinum og kommunalt, havi eg valt at stilla upp til nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Okkara viðurskifti skulu endurspegla veruleikan
Mín drívmegi er at tryggja, at tú sum limur í felagnum fært bæði fakligar og ítøkiligur fyrimunir. Vit skulu øll hava eitt fakfelag, sum er ein tryggur stuðul í okkara arbeiðslívi sum sjúkrarøktarfrøðingur – bæði við at veita røttu ráðgevingina og við at tryggja góðar arbeiðstreytir.
Ein alsamt størri byrða verður løgd á sjúkrarøktarfrøðingar. Í dag verða alsamt fleiri og meira samansettar uppgávur lagdar á sjúkrarøktarfrøðingar. Hetta fevnir bæði um teir, sum starvast á sjúkrahúsum, og teir, sum arbeiða í útiøkinum – alment og kommunalt. Vit síggja, at sjúklingar verða skjótari útskrivaðir, og tí eru uppgávurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í kommunalum og almennum høpi vorðnar munandi meira samansettar. Tað er avgerðandi, at fakfelagið fylgir hesi gongd og arbeiðir fyri, at hesar broytingar ikki ganga út yvir fakliga førleikan, trivnaðin og lønina hjá okkum øllum.
Okkara sáttmáli og viðurskifti mugu tillagast hesum veruleika – bæði í mun til arbeiðstíðir og løn.
Eitt fakfelag fyri fjøldina – og fyri komandi ættarlið
Eg vil arbeiða til gagns fyri allar limir, fyri fjøldini og komandi sjúkrarøktarfrøðingum. Eg ynski at vit eru tilvitaði um ta ávirkan, vit kunnu hava á framtíðina og komandi ættarlið.
Komandi ættarlið av sjúkrarøktarfrøðingum skula fáa eitt fakligt grundarlag, sum tryggjar bæði góðar arbeiðstreytir, møguleika fyri fakligari menning og eini løn, sum samsvarar førleikar og ábyrgd. Vit muga minna okkum á at halda á fram – tí tað vit gera í dag, fer at gera mun fyri tey, sum koma aftaná.
Eg síggi fakfelagsarbeiðið sum eitt felags stríð. Vit kenna tey stríð, ið felagið hevur staðið í. Fleiri lønarsamráðingar hava verið krevjandi, og vit hava kent avbjóðingina, tá ið vit hava skula staðið saman um at stríðast fyri løn, virðing og arbeiðsumstøður, sum hóska til tann samansetta og álvarsliga leiklutin sjúkrarøktarfrøðingar hava í samfelagnum.
Hóast øll stríð ikki hava givið okkum tær sømdir vit ynkstu beinanvegin, so hevur tað áhaldandi arbeiði hjá fakfelagnum verið við til at skapa ein týdningarmiklan grundvøll.
Mín visjón: Fakfelagið skal arbeiða ítøkiliga fyri hesum málum:
- At allir limir fáa lætta og skjóta atgongd til fakliga og løgfrøðisliga ráðgeving, t.d. í málum um sjúklingakærur ella arbeiðsskaðar.
- Ráðgeving um løn, arbeiðstreytir og eftirløn.
- At tryggja, at felagið arbeiðir fyri betri lønarlyftum og endurmeta tey útlit, vit hava mist í samráðingum.
- At vit í felag taka upp samfelagslig viðurskifti, so sum ávirkanina av, at nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð, og hvussu hetta hevur avleiðingar fyri eftirløn og fíggjarligan tryggleika í framtíðini.
- Gjøgnumskygni og kunning.
Eg havi áhuga í at vera við at mynda okkara fakfelag, har limirnir kenna seg sum ein natúrligan part av felagnum – tí limirnir eru sjálvur felagsskapurin. Lykilin til eitt sterkt fakfelag er, at limirnir verða væl kunnaðir og hava atgongd til felagið og virksemi hjá felagnum. Í felagnum skal eg við mínum áhuga og royndum verða ein aktivur nevndarlimur, sum tekur við teimum fakligu avbjóðingunum og arbeiðir fyri, at tú sum limur fært bestu møguligu treytirnar.
Takk fyri tykkara álítandi stuðul!