Lýsing
Stovnandi aðalfundur fyri fakligan áhugabólk fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava áhuga fyri skurðsjúkrarøkt, verður í hølunum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar tann 30.mars kl.16.00.
Endamálið við áhugabólkinum er at fremja samanhald og samstarv millum limirnar í bólkinum – bæði millum sjúkrahús og deildir- umframt at menna fakligu førleikarnar hjá okkum innan økið.
Møtið fjølment.
Vegna stigtakarnar.