Ikki kann sigast annað enn, at hetta hevur verið ein hendingarík vika hjá nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingunum.
Partur av endaligu próvtøkuni til sjúkrarøktarfrøðing er at miðla ta gransking sum bacheloruppgávurnar byggja á.
Hetta hevur seinastu árini verið gjørt við, at hava eina framsýning við ”postarum”, har bacheloruppgávunar verða lýstar.
Mikudagin kl. 14.00 byrjaði framsýningin í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Ein áhugaverd framsýning, ið setur sjóneykuna á nýggjastu gransking innan sjúkrarøkt í Føroyum. Gransking, ið kann byggjast viðari á, og kann menna sjúkrarøktina í Føroyum til gagn fyri okkum øll.
Tað er altíð ein gleðisdagur at síggja og hoyra júst hvørji sjúkrarøktarfaklig evni verða viðgjørd og serliga gleðiligt at granskingin verður miðla til øll áhugaði, so øll kunnu fáa gleði av henni.
Framsýningin verður eftir ætlan hangandi í nakrar dagar.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar nýtti høvi til at ynskja nýggju sjúkrarøktarfrøðingunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og handaði teimum nál felagsins.
Í dag var prógvhandan á Fróðskaparsetri Føroya
Hesin dagur er eisini sermerktur, tí í tá tær 18 sjúkrarøktarfrøðingar í dag fingu prógv á Fróðskaparsetrið Føroya, er tað samstundis ein søguligur dagur fyri føroyska sniðgávu og silvursmíð. Tí nálin, ið hesar fáa handaða í sambandi við lokna útbúgving, er spildurnýggj, og bæði sniðgivin og stoypt í Føroyum.
Gamla nálin hjá Sjúkrarøktarfrøðingaskúla Føroya var vorðin óaktuell. Tí ynskti Fróðskaparsetur Føroya at fáa eina nýggja nál, ið greiðari vísti føroyska tilknýtið og føroyska samleikan.
Sniðið sameinir tað serføroyska, fakligheit og umsorgan. Hjarta í miðjuni, umfevnt av búmerkinum hjá Setrinum, alt við greiðari tilvísing til føroyska búnaknappin.
Nudlavirkið gjørdi fokusbólkasamrøðu við sjúkrarøktarfrøðingar og onnur umboð, og sniðgav nálina. Sjálva stoypingina av nálini stóð silvursmiðjan hjá Niels L. Arge fyri, og tey hjálptu eisini við at gera síðstu tillagingarnar at fáa sniðið frá teldu yvir á silvur.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir nýggju sjúkrarøktarfrøðingunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr í teirra framtíðar yrki.