Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur luttikið á ICN ráðstevnu í Helsinki frá 9. – 13. Juni. ICN (International Council Of Nursing) ráðstevna verður hildin annaðhvørt ár. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar varð umboðað av nevnd, forkvinnu, umsiting og okkara gestarøðara, Tordis Tróndarson.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur ikki limaskap í ICN, tí vit ikki eru sjálvstøðug tjóð. Vit luttaka vegna okkara limaskap í SSN, norðurlendska samstarvið fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum umboðar 340.000 norðurlendskar sjúkrarøktarfrøðingar.
Á ráðstevnuni luttóku áleið 7000 sjúkrarøktarfrøðingar úr 130 londum. Heitið á ráðstevnuni var: Nursing power to change the world.
Fyri okkum var hæddarpunktið, tá norðurlond høvdu sínar framløgur. Føroyar vórðu umboðaðar av Tordis Tróndarson, ph.d.lesandi, sum hevði eina rimmar framløgu um sínaph.d.verkætlan um Advanced Practitioner Nurse – APN, har hon meistarliga greiddi frá, hví tørvur er á at fáa sett hesa útbúgving á stovn í Føroyum.
Fyrilestrar og framløgur av ymiskari gransking runt um í heiminum spennir víða, men ongin ivi er – sjúkrarøktarfrøðingar eru bulurin í samfelagnum og tørvur er á sjúkrarøktarfrøðiligari leiðslu, og menning av sjúkrarøktarfrøði er alneyðug, og allir heimsins borgarar skulu hava rætt til kvalifiseraða sjúkrarøkt.
Næsta ICN ráðstevna verður í Taipei í 2027.