Hevur tú hug at gerast nevndarlimur í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum?
Val er til Sjúkrarøktaretiska Ráðið (SER) annaðhvørt ár og verður sostatt aftur til ársaðalfundin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í 2025. Í ráðnum eru 7 limir og 4 limir standa fyri valið hesuferð. Sambært viðtøkum hjá SER, skulu valevni verða sjúkrarøktarfrøðingar við minst tvey ára arbeiðsroyndum. Valskeiðið er 4 ár og limir í SER mugu ikki sita í øðrum álitsstørvum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Evstamark fyri uppstilling er 1. februar kl 16.00.
Í tí sambandi verða valevni biðin um at skriva ein tekst um, hví viðkomandi vil stilla upp. Teksturin skal verða millum eina hálva og eina síðu til longdar. Tað er ikki neyðugt at fylgja einum ávísum leisti, men hesir spurningar kunnu verða ein hjálp:
- Hví vilt tú verða við í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum?
- Hvørjar arbeiðisroyndir og royndir annars hevur tú, sum eru viðkomandi fyri arbeiðið í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum?
- Eru nøkur serlig áhugamál, tú fegin vil arbeiða fyri?
Um Sjúkrarøktaretiska Ráðið
Høvuðsendamálið hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum er:
- At varðveita og menna etiska støðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og lesandi
- At vegleiða um etisk ivamál, sum limir og/ella nevnd felagsins leggja fyri ráðið.
Tað er upp til SER at avgera, hvussu tann uppgávan verður loyst best. Arbeiðið verður nógv myndað av tí strategi, sum SER leggur sær fyri hvørt árið. Hendan kann t.d. verða myndað av ynskjum frá limunum, út frá samstarvi við t.d. áhugafeløgini og onnur, ella tí sum rørir seg samfelagsliga.
Fundartíttleiki
Vit hava í høvuðsheitum fund einaferð um mánaðin (tó ikki í juli og desember) kl. 15:15 og teir vara umleið 2 tímar. Hesir fundir verða planlagdir hálvt ár fram, fyri at tryggja at ráðslimirnir kunnu samskipa arbeiðskalendarin. Til ber í ávísum førum at luttaka yvir teams ella zoom, men vit raðfesta aloftast at møta fysiskt til fundir.
Løn
Arbeiðið er sjálvboðið.
Fyri nærri kunning ella fyri at boða frá uppstilling, ber til at seta seg í samband við forkvinnuna Janu Mortensen á etikkur@sjukrarokt.fo