Nú stundar jólahalgan til, og fólk gleða seg at fara heim at halda jól við sínum kæru.
Ikki allir sjúkrarøktarfrøðingar hava tó henda møguleika. Sjúkrahús, røktarheim, heimasjúkrarøktin, v.m. skulu verða mannað – eisini um høgtíðina.
Í hesum sambandi koma sjálvsagt fleiri fyrispurningar frá limum okkara um, hvussu arbeiddir tímar skulu førast á halgidøgum.
Ásetingin um halgidagar kom við í semjuna í 2019. Fíggjarmálaráðið vil ikki fylgja sáttmálanum, sum semja var um í 2019. Líka síðani hevur felagið áhaldandi arbeitt við at fáa semjuna effektueraða. Hóast vit eru við árslok 2024, so er Fíggjarmálaráðið, higartil, hvørki til at høgga ella stinga í.
Ongin loysn hevur verið at finna, og tí valdi felagið at leggja málið fyri Fasta Gerðarrætt.
Málið hevur drigið alt ov langt út, og ikki fyrr enn 12. november var innleiðandi rættarfundur, har sakførararnir hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðnum løgdu málið fram.
Niðurstøðan hjá dómaranum í Fasta Gerðarætti var, at tað vóru partar av málinum, har tað sá út til at vera semja, og partarnir vóru tí bidnir um at fara heim og gera semju um tað. Felagið setti seg beinanvegin niður og gjørdi eitt útspæl til Fíggjarmálaráðið. Figgjarmálaráðið skuldi síðani svara okkum, um tey vóru samd í okkara útspæli. Staðfestast má, at felagið ikki hevur hoyrt nakað aftur enn.
Felagið hevur sjálvsagt rykt eftir svarinum fleiri ferðir, tó uttan úrslit.
Hóast manglandi svar frá Fíggjarmálaráðnum, so er næsti fundur í Fasta Gerðarrætti settur at verða 14. januar 2025.
Hendan støðan er ikki á nakran hátt nøktandi. Hesi jólini eru tey triðju í røðini, har limir okkara ikki fáa tað, sum sáttmálin ásetir, men mugu til arbeiðis og fáa ikki løn fyri allar arbeiddu tímarnar.
Hetta kann Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar als ikki góðtaka, men vit eru bundin við
lóg, til málið er loyst í Fasta Gerðarrætti.
Óluva í Gong, forkvinna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar