Um meg sjálva:
Eg eiti Joan Mohr Mikkelsen, og eg eri 40 ára gomul. Eg búgvi í Tórshavn saman við manninum og tveimum av okkara 4 gentum.
Ùtbúgving:
Sjúkrarøktarfrøðingur á Sjúkrarøktarfrøðiskúla
Føroya januar 2011
1/6 Modul Kliniskur vegleiðari á UCL í Odense juni
2014
2/6 Modul Praksis og Videnskabsteori á UCL í
Odense juni 2015
Serútbúgving innan krabbamein á Københavns professionshøjskole maj 2019
Arbeiðsroyndir:
Mítt fyrsta ár sum útlærdur sjúkrarøktarfrøðingur, starvaðist eg á heiliráðdeildini B6 á
Landssjúkrahúsinum. Tíverri var torført at fáa fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2012, og varð hetta grundin til, at vit sum familia fluttu til Odense, har eg fekk mítt fyrsta fastlønta starv. Hetta var á tarm skurðdeild A2 á Odense Universitetshospital, og arbeiddi eg har í 4 ár.
Vit valdu at flyta heim aftur til Føroya á sumrið 2016, tí eg fekk arbeiði á
Gastroenterologiska ambulatorium á G3. Eg var á gastroeindini í hálvt ár, tá eitt starv á onkologiska ambulatoriinum stóð mær í boði, sum eg tók av. Eg havi nú starvast seinastu 8 árini á onkologiska ambulatoriinum. Øll árini, eg havi starvast á G3, havi eg arbeitt 4. hvørt vikuskiftið á seingjardeild B6/H1.
Eg havi verid álitisumboð fyri G3 og útistovu á Landssjúkrahúsinum síðan oktobur 2021. Mær hevur dámað væl at verið álitisumboð, og hevur hetta givið mær meira innilit í sáttmálan og galdandi lógir – tó er enn nógv eftir at læra. Sum tíðin er gingin, er mín áhugi fyri at stilla upp til nevndarval í Felagið føroyskir Sjúkrarøkftarf vaksin.
Eg kundi hugsað mær at fingið meira ávirkan og verið við til at arbeiða fyri, at allir sjúkrarøktarfrøðingar fáa betri arbeiðsumstøður, styttri arbeiðsviku og betri løn í mun til útbúgving, ábyrgd og royndir.
Eg vil arbeiða fyri, at sjúkrarøktarfrøðingar fáa meira løn fyri ábyrgd og sjálvstøðugt arbeiði. Vit átaka okkum fleiri og fleiri uppgávur uttan at fáa nakað aftur fyri annað enn, at ”tað er spennandi og mennandi”. Eg vil eisini arbeiða fyri, at sjúkrarøktarfrøðingar fáa meira í løn í mun til royndir – – ábyrgd og royndir skulu lønast!
Eingin loyna skal vera fyri, at eg eisini vil arbeiða fyri ambulanta økinum, sum ikki hevur fingið nógv burturúr lønarsamráðingunum seinastu árini.
Dømi:
Ein sjúkrarøktarføðingur, sum arbeiðir á ambulatorium/dagarbeið á stig 8 og brøki 0,8 forvinnur – uttan serútbúgving – uml. 6000 kr minni um mðr í mun til ein sjúkrarøktarfrøðing á sama lønarstigi og brøki, sum arbeiðir á seingjardeild við blandaðum vaktum.
– Hetta er ein rættiliga stórur munur.
Sjúkrarøktarfrøðingurin á endastig, uttan serútbúgving á ambulatorium, hevur ikki møguleika at forvinna sær meira løn ella útbúgva seg til meira løn, tí at tað ikki finnast serútbúgvingar innan øll serøkini. Sjálv eri eg so heppin, at eg havi havt høvið til serútbúgving.
Tá alt hetta er sagt, er mín áskoðan eisini hendan, at tað er sera gott, felagið fekk samrátt seg til, at kvøld- og náttarvaktinar nú eru farnar at telja meira. Hetta var alneyðugt og tað haldi eg heilt vist eisini er eitt øki, vit skulu halda á fram at arbeida við – at leggja virði í tímarnar og betra um viðbøturnar. Tað skal altíð løna seg at arbeiða í vaktum, tí døgnið skal jú alt dekkast inn – hvønn dag í árinum.
Tó, vil eg at enda siga, at eg haldi tíðin nú er kom til eisini at raðfesta ambulanta arbeiðið og har undir eisini løn fyri ábyrgd og royndir. Yngri sjúkrarøktarfrøðingar søkja ikki størv í ambulanta arbeiðnum, tí lønin er ov lág, og framtíðarmøguleikarnir fyri nøktandi inntøku ov fáir – hetta kann gerast sera álvarsligt.
Eg brenni fyri at gera arbeiðs- og lønarumstøður hjá sjúkrarøktarfrøðingum betur.