Lýsing av sjúkrarøktarfrøðini
Tað verður nógv tosað um, millum okkum sjúkrarøktarfrøðingar, at vit eru ósjónligar og lítið aktivar í almenna kjakinum. Eisini hava vit torført við at greiða frá hvat vit gera í dagliga arbeiðinum sum sjúkrarøktarfrøðingar – “ Hvat ger ein sjúkrarøktarfrøðingur?”.
Hetta evnið kom eisini fram á seinasta aðalfundi, eins og tað gjørdi til ICN congressina í Helsinki 2025.
Tengt at hesum, fara vit, í næstum, at lýsa arbeiðið hjá ymiskum sjúkrarøktarfrøðingum innan ymisk serøkir, við at hava ein teig á heimasíðuni við yvirskriftini: “Sjúkrarøktarfrøðingurin á ……”.
Endamálið við átakinum er at sjónligera arbeiði og sjúkrarøktarfrøðina í gerandisdegnum, og samstundis fáa meira lív í heimasíðuna.
Vit fara at venda okkum til ymiskar sjúkarøktarfrøðingar og ynskiligt er at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar luttaka. Hevur tú eitt ynski um at vera ein av teimum, so er tú vælkomin at senda ein teldupost til info@sjukrarokt.fo







