Fimm fet frá ráan

Sjúkrarøktaretiska Ráðið og Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipa fyri temadegi við Psykologinum Dorthe Birkmose, undir heitinum: Fimm fet frá ráan
Tá starvsfólk kennir seg umsorganarmøddan, máttleysan og moralskt strongdan, kann ráan verða ein máti, viðkomandi brúkar til at megna støðuna. Ráan er ein roynd at tola ov nógv, við at hugsa og føla minni enn tað, ein í veruleikanum ger
Ráanin er ikki trupulleikin. Trupulleikin er hinvegin, at ráanin kann gerast neyðug. Fyri at ráanin skal gerast óneyðug, mugu ávísir trupulleikar loysast – helst áðrenn teir vevjast saman til ein villan trupulleika, sum sæst aftur í eini ráari mentan. Skjótar loysnir eru ikki, men loysnir eru.
Fyrsta fetið burtur frá ráanini er ein sannkenning av vandanum fyri ráan. Næsta fetið er at gerast varur við tey mongu ávaringartekinini, sum síggjast í praksis. Triðja fetið er at menna neyðuga psykologiska tryggleikan, so ávaringartekinini sleppa fram í ljósmála, uttan at nakar verður skammaður. Fjórða fetið er at skilja psykiska slitið, sum hópast upp, soleiðis at fimta fetið endiliga kann takast, sum er at loysa teir trupulleikar, sum hava gjørt ráanina neyðuga.
Í tjúgu ár hevur Dorthe Birkemose sum psykologur, ráðgevi, vegleiðari og fyrilestrarhaldari fingist við vandan fyri ráan hjá starvsfólki og leiðarum í vælferðarstørvum. Hon hevur verið við til at bróta tøgnmentanina um henda trupulleika og er nú við til at vísa á møguligar loysnir. Dagurin er viðkomandi fyri øll. ið hava við fólk at gera. Við dagslok hava fólk fingið ítøkilig amboð, at hava við sær aftur á starvsstaðið, til at tarna ráanini
Temadagurin verður hildin á Hotel Hilton
Fríggjadagin hin 13 september 2024 kl 9.00 til 15.00
Kostnaður, íroknað morgunmat, miðmála og kaffi/te fyrra- og seinnapart:
Áðrenn hin 15 juni: 1200,- kr
Aftaná hin 15 juni: 1500,- kr
Seinasta freist at keypa atgongumerki er hin 1. september.
Atgongumerkjasølan fer fram á billett.fo
Til ber at lesa greinar, lurta eftir poddum og hyggja eftir fyrilestrum á www.dorthebirkmose.dk