Góðu limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Fleiri miðlar hava seinastu tíðina borið tíðindini um, at eftirløntir limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki hava valbæri ella valrætt á aðalfundi felagsins.
Nevndin í felagnum skilir væl støðuna hjá eftirløntu limunum og tær reaktiónir, ið vit síggja í miðlum og í okkara samrøðum við hesar limir. Men nevndin hevur ikki heimild at fara ímóti eini aðalfundarsamtykt, ið er demokratiska staðfestingin av viljanum hjá limunum.
Eftirløntir og hvílandi limir mistu valrætt og valbæri á aðalfundinum fyri tveimum árum síðan, tá 2/3 av fundarfólkinum atkvøddu fyri hesum.
Aðalfundurin er evsti myndugleiki felagsins, og sostatt kann hetta bert broytast á einum aðalfundi av einum kvalifiseraðum meiriluta.
Broytingin kom á skrá, eftir áheitan frá fleiri limum, ið ynsktu, at bert limir við føstum tilknýti til arbeiðsmarknaðin høvdu valbæri og valrætt. Tí legði nevnd og forkvinna uppskotið fyri aðalfundin.
Alt var handfarið sambært viðtøkum felagsins. Lýst varð í okkara fakblaði, Vøku, sum varð sent øllum limum felagsins undan aðalfundinum. Á aðalfundinum var somuleiðis kjakast um málið undan atkvøðugreiðsluni.
Á aðalfundinum í 2024 kom eitt uppskot frá eftirløntum limi um at rulla aftur viðtøkurnar til tað, sum var galdandi undan aðalfundinum 2023.
Eins og árið frammanundan varð hetta málið somuleiðis lýst í Vøku, sum varð sent øllum limum felagsins undan aðalfundinum.
Sum vanligt er fekk uppskotsstillari í boðið at leggja uppskotið fram á aðalfundinum, men fekk ikki møtt á sjálvum aðalfundinum, tí legði orðstýrarin uppskotið fram ístaðin. Kjakast var aftur um málið, og úrslitið var, at málið fall.
Tað stendur sjálvandi øllum frítt, at leggja uppskot fram aftur á komandi aðalfundi.