“Aðalfundur hjá FÁ9 – Skurð
25 limir luttóku á aðalfundinum hjá FÁ9, ið er ein áhugabólkur fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða og/ella hava fakligan áhuga í skurðsjúkrarøkt. Fundurin varð hildin tann 12 apríl.
Forkvinnan, Joan Olsen, bjóðaði vælkomin og greiddi frá tilgongdini at endurstovna áhugabólkin fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða og /ella hava fakligan áhuga í skurðsjúkrarøkt. Ynski hjá áhugabólkinum er at fáa ein pall, har vit kunnu sparra og kjakast um eitthvørt evni innan økið. Áhugin tykist stórur og hetta sæst aftur á teimum fundum, ið hava verið. Til fyrsta fundin í fjør møttu 15 sjúkrarøktarfrøðingar og nakrar frá Suðuroyar Sjúkrahúsi vóru við gjøgnum netið. Í heyst høvdu vit eitt tiltak á Landssjúkrahúsinum, har leiðslan frá øllum trimum sjúkrahúsunum var boðin við og væl var møtt. Vit fingu eitt gott og gevandi kjak. 51limir eru nú í FÁ9 og ynskiligt er, at fáa fleiri limir úr øllum landinum, so pallurin gerst enn størri.
Á fundinum stóðu Joan Olsen, Hanna Horn Petersen og Guðrið Óluvudóttir fyri vali og allar stillaðu upp aftur. Tað bleiv einmælt samtykt at afturvelja allar tríggjar. Eisini blivu tveir nýggir tiltakslimir valdir: Fía Hammer og Mariann Mikkelsen. Í nevndini eru eisini Hjørdis Højsted og Vár Vestergaard, ið eru ávikavist næstforkvinna og skrivari.
Hanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur, hevði eitt upplegg um stutta møti við sjúklingin, har tað er umráðandi at geva sær stundir til at síggja tað einstaka menniskja og at duga at seta orð á tað, ið ein sær dagliga í arbeiðinum sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Til seinast spældi Hans Ravnsfjall nøkur løg og limirnir fingu nátturða.”
Okkara ætlan fyri árið er hendan:
Oktobur/Novembur: Ætlanin er at hava eitt tiltak, ið vit ikki eru komnar á mál við enn.



Nakrar myndir frá aðalfundinum






