Ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2018
Ársins sjúkrarøktarfrøðingur hevur megnað at miðla sjúkrarøktarfakið soleiðis, at borgarin hevur fingið eina størri fatan av og virðing fyri fakinum. Hon hevur verið við til at varpa ljós á týdningin av at veita dygdargóða sjúkrarøkt. Ársins sjúkrarøktarfrøðingur hevur givið íblástur til sjúkrarøktarfrøðingar, lesandi og føroyska samfelagið. Hon hevur verið ein fyrimynd fyri limirnar og víst á týdningin av og virði í teirra arbeiði. Hon hevur megnað, at staðið í andglettinum og ført eitt miðvíst, áhaldandi, treiskt og semjusøkjandi stríð. Hon stóð á odda og setti síni spor undir seinastu samráðingum og hevur skrivað sítt navn í føroysku søgubøkurnar.
Ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2018 er Óluva í Gong, forkvinna.