Fíggjarmálaráðharrin ákærir sjúkrarøktarfrøðingar fyri at seta lív í váða við at víðka arbeiðssteðgin týsdagin. Hetta vísir heilt greitt, at Fíggjarmálaráðið als ikki skilir, hvussu álvarsom støðan hjá sjúklingunum longu er. Vit kunnu ikki longur standa og hyggja at, meðan arbeiðssteðgurin rakar sjúklingin.
At víðka arbeiðssteðgin kann vónandi fáa Fíggjarmálaráðið at skilja álvaran.
Fíggjarmálaharrin dugir væl at sminka tøl. Tað tykist sum teirra samráðingarútspøl eru meira ætlað at geva teimum góðar yvirskriftir í miðlunum aftaná, enn til at finna semju undir samráðingunum.
Tað ljóðar av nógvum, at vit fáa bjóðað 4.000 kr. á endastignum, men tá man samstundis viskar burtur allan starvsaldur hjá okkara limum, so ganga tað 8 ár, áðrenn vit síggja hendan peningin.
Men hetta er júst tað slagið av manipulatión við tølum, ið hevur merkt alla samráðingartilgongdina. Bæði í miðlunum og undir samráðingunum hevur Fíggjarmálaráðið borðreitt við villeiðandi tølum, og nú er nóg mikið!