Hevur tú hug at velja títt álitisfólk til ársins álitisfólk 2017?
Á aðalfundi felagsins í 2016 var tosað um, at velja ársins álitisumboð. Felagið hevur tikið hetta til sín, tí vit meta, at arbeiði sum álitisfólk gera, er av stórum týdningi – bæði fyri felagið, limir og leiðslur. Eitt arbeiði, ið kanska ikki altíð verður nóg virðismett. Vit skulu tí sjálvsagt heiðra okkara egnu.
Nevndin er komin fram til at brúka niðanfyri standandi fortreytir fyri at velja ársins álitisumboð.
Royndir sum álitisfólk – Virkin í fakfelagshøpi – Arbeitt fyri at vart rættindi og skyldur hjá starvsfólki/felag.
Vit heita á limir okkara um, at senda okkum innstilling, hvønn tey meta eigur at verða kosin ársins álitisfólk. Í uppskotinum skal stutt verða greitt frá, hví tit halda at tann, ið tit skjóta upp, skal fáa heiðurin sum ársins álitisfólk.
Send felagnum ein teldupost við tínum/tykkara uppskoti til anar@sjukrarokt.fo
Uppskotið skal verða felagnum í hendi í seinasta lagi 1. mars.
Tað er nevnd felagsins, ið tekur avgerð um, hvør fær heiðurin. Nevndin tilskilar sær rætt til sjálv at koma við uppskoti, um hvør skal gerast ársins álitisfólk, um hon heldur tað verða neyðugt.
Ársins álitisfólk verður heiðra við einum gávubrævi á aðalfundinum 18. mars 2017
Vegna Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong, forkvinna