Safe Settings

Kunning um ráðstevnuna “Safe Settings” Ráðstevnan “Safe Settings”  verður hildin í Føroyum í døgunum 10 – 12 mai 2018. Ráðstevnan…

Kunning

Nú lønarútgjaldið fyri december er farið ígjøgnum, hava nakrir limir vent sær til felagið og kunnað um, at teir eru…

Kunning

Nógvir limir ringja til okkara nú pedagogfelagið hevur lýst verkfall á Almannaøkinum. Teir kunna felagið um, at vaktir verða broyttar,…

Stuðulsyvirlýsing

Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar lýsir hervið sín stuðul til Føroya Pedagogfelag í teirra stríði fyri, at fáa betri sømdir til limir…

Her er semjan

Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag undirskrivað semju við Fíggjarmálaráðið. Lesið semjuna her Sjá nýggju lønartalvuna her

Nú er nóg mikið!

Fíggjarmálaráðharrin ákærir sjúkrarøktarfrøðingar fyri at seta lív í váða við at víðka arbeiðssteðgin týsdagin. Hetta vísir heilt greitt, at Fíggjarmálaráðið…

Undir alt lágmark!

Vit standa spyrjandi eftir seinasta útspælið frá Fíggjarmálaráðnum. Tølini, ið tey borðreiða við, eru langt frá tølunum, ið okkara limir…

Vit ynskja semju

Í tíðindunum í Kringvarpinum í gjár vísti stjórin á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum á, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki var semjusøkjandi,…

Kunnandi fundur

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag havt kunnandi fund um støðuna nú arbeiðssteðgur er byrjaður. Álitisumboðini fingu kunning um gongdina…

Fyrilestur við viðgitna filosoffinum og sjúkrarøktarfrøðinginum Kari Martinsen

Tíðarakseleratión, resonansur og seinføri í røktarrúmum

Er resonansur møguligur í einum akselererandi heilsuverki, har man skal avrika skjótari upp á styttri tíð?

Hvat ger tíðarakseleratión við sjúklingar og røktarstarvsfólk?

Er lívgandi seinføri møguligt – seinføri við rúm fyri øðrum, við rúm fyri at sansa, lurta, síggja, lukta og merkja?

Spurningarnir verða lýstir ígjøgnum tvær sjúklingasøgur, við støði í  hugsanunum um tíðarakseleratión og resonans hjá týska sosiologinum Hartmut Rosa og tekstunum hjá danska teologinum K.E. Løgstrup um etikk og fantasi.

Onnur søgan gongur fyri seg í einum rúmi, merkt av seinføri, har røktin tekur ta tíð hon tekur, og resonansur er millum sjúkling og sjúkrarøktarfrøðing.

Hin søgan gongur fyri seg í einum rúmi, merkt av tíðarakseleratión og fremmandagerð, men har “onnur rúm” kunnu skapast í hesum sama rúmi og resonansur allíkavæl er gjørligur

Tað er Sjúkrarøktaretiska Ráðið ið skipar fyri fyrilestrinum.

Aftaná fyrilesturin verður orðið frítt og høvi verður  at seta spurningar og gera viðmerkingar
Kaffi/te og okkurt søtt verður at fáa í steðginum

 

Kostnaðurin er 450 kr. Evsta mark fyri at keypa atgongumerki er mánadagin 30. september