Hvat vilja vit við heilsuverkinum í Føroyum? Hesa útsøgnina hoyra vit viðhvørt á tingsins røðarapalli.
Neyvan finst nakað eintýðugt svar annað enn, at helst vilja vit øll hava bestu viðgerð og hjálp – tá tørvur er á hesum. Líkamikið hvar ella hvørji vit eru, so kunnu vit øll koma í ta støðu, at vit ella onkur av okkara hava tørv á eini heilsufakligari tænastu í heilsuverkinum ella aðrastaðni. Øll ynskja vit at fáa best skikkaðu hjálpina, tá ið á stendur.
Tískil kemur mín spurningur, sum eg alt ov ofta sakni í kjakinum um okkara heilsuverk – hvat ynskja vit við sjúkrarøktarfrøðini í Føroyum? Hóast vit eru størsti bólkur og uttan nakran iva – ein sera týdningarmikil partur av heilsuverkinum, so verða vit sjálvdan tikin upp á tungu. Eitt er so púra vist – uttan dugnaligar og skikkaðar sjúkrarøktarfrøðingar, er trupult at tosa um eitt heilsuverk. Læknatrotið verður javnan kjakast um, og sjálvsagt er tað neyðugt. Men ongantíð verður spurningur settur við sjúkrarøktarfrøðingarnar. Hví man tað vera? Kanska tí at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru bara har, teir gera tað sum teir skulu gera og gera hetta uttan stórvegis hóvasták. Helst munnu tey fægstu skilja ella vita, hvussu stóran leiklut sjúkrarøktarfrøðingurin hevur í hvørjari sjúklingagongd.
Sjúkrarøktarfrøðingar eru ikki bara innan heilsuverkið – teir eru í roynd og veru í øllum samfelagnum. Alt í alt hava vit eina sera víttfevnandi funktión og koma í samband við allar føroyingar, líka frá vøggu og í grøv. Umframt at røkta sjúk, arbeiða vit eisini heilsufremjandi og fyribyrgjandi. Hvussu stóran týdning hetta hevur fyri okkara borgarar, eru tað helst ikki nógv, ið geva sær far um. Men vit hava týdning – stóran týdning! Hevur nakar skilt hendan týdningin? Hevur okkara politiska skipan skilt hendan týdningin? Hava tey sum javnan kjakast um heilsuverkið, skilt hendan týdningin?
Krøvini til sjúkrarøktarfrøðingarnar økjast alsamt. Ongantíð fyrr hava vit livað so leingi og eru viðgerðarmøguleikarnir so góðir sum nú. Hetta viðførir nógvar og sera komplekst sjúkar sjúklingar, sum tørva og hava uppiborið eina fakliga forsvarliga sjúkrarøkt. Krøvini til okkara økjast, men fylgir møguleikin at menna seg við?
Yvir 40 sjúkrarøktarfrøðingar hava nýliga fingið teldupost frá Fróðskaparsetrinum um, at ískoytisútbúgvingin sum teir skuldu byrjað á í heyst verður av ongum. Útbúgvingin varð boðin út í vár, og yvir 40 umsøkjarar fingu játtað upptøku. Sjálvsagt fara allir hesir at rigga til at fara undir eina sera krevjandi útbúgving – tí tað er tað veruliga. Kostnaðin, at uppstiga sína upprunaligu útbúgving, gjalda teir sjálvir. Teir fáa einki forerandi. Umframt at gjalda sjálvan kostnaðin, sum er knappar 20.000 krónur, er veruligi kostnaðurin helst væl hægri – tí fyri at hava møguleikan at gjøgnumføra og møta til undirvísing – velja nakrir sjúkrarøktarfrøðingar at fara niður í tíð, onkur tekur farloyvi, aðrir spara saman avspák og feriu, sum verður brúkt í sambandi við skúlagongdina. Ikki smávegis upphædd tilsamans, tá lønin, í mun til ábyrgdina, er pínliga lág. Hóast lønin er so lág sum hon er, so vilja vit framvegis gera hetta. Hví tað? Hetta er í roynd veru ein sera góður spurningur. Helst er svarið, at vit eru ábyrgdarfullir sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava sæð skriftina á vegginum. Vit hava skilt, at krøvini til okkara fakligu førleikar økjast alsamt, og tískil vilja vit menna okkum til at lyfta hesa risastóru uppgávu. Hví skulu vit so haldast aftur?
Tørvur er á ískoytisútbúgvini. Undirritaða var sjálv ein av teimum gott og væl 40 sjúkrarøktarfrøðingunum, sum leyk ískoytisútbúgvingin í juni í ár. Og aftur eru yvir 40 sjúkrarøktarfrøðingur upptiknir at fara undir ískoytisútbúgvingina í hesum umfarinum. Hesir umsøkjararnir seta nógv í veð fyri at fara undir krevjandi lesturin. Umframt tað peningaliga, ið var nevnt omanfyri, eru eisini fleiri onnur atlit at taka. Arbeiðsplássið má gera seg út til, at viðkomandi verður sera upptikin við lesturi. Familjan má innrætta seg til, at ein limur í familjuni verður sera, sera upptikin komandi árið, og má helst fremja onkur frával vegna tíðarneyð. Í ljósinum av hesum, er tað sera óskiljandi at Fóðskaparsetrið bara frá degi til dags kann strika eina útbúgving – sum tey hava boðið út og hava upptikið lesandi. Hetta er sera, sera óseriøst, skilaleyst og púrasta óvirðiligt! Hvat er á vási? Skal undirritaða kenna meg hepna, at eg kundi gjøgnumføra mína ískoytisútbúgving í fyrra umfari? Eru vit veruliga ikki komin longur við virðingini fyri sjúkrarøktarfrøðifakinum, at vit skulu dúva uppá hepni og tilvild í 2017? Hepni og tilvild. Hvør føroyingur vil dúva uppá hepni og tilvild, tá viðkomandi hevur tørv á fakliga forsvarligari sjúkrarøkt. Helst eingin!
Rektarin á Fróðskaparsetrinum sigur, at talan er um innanhýsis sparingar og at raðfest varð, at heldur skuldu lesandi takast inn til grundútbúgvingina og tískil varð frávalt at fara undir ískoytisútbúgvina. Hetta er út um alt lágmark, at hesar báðar útbúgvingarnar skulu koma í hóslag við hvørja aðra. Heldur skulu vit kenna okkum takksom, at Fróðskaparsetrið var so stórsinnað at taka lesandi inn til grundútbúgvina bachelor í sjúkrarøktarfrøði. Hví skulu vit kenna okkum takksom? Fróðskaparsetrið skal sjálvandi taka lesandi inn til grundútbúgvinginar, men tey skulu eisini gjøgnumføra ískoytisútbúgvina sum tey hava boðið út og upptikið skikkaðar umsøkjarar, yvir 40 í tali. At man raðfestir at spara eina útbúgving burtur, har lesandi sjálvi gjalda útbúgvingina, fær argumentið at spara at halta. Hvussu kann ein raðfesting vera so óskiljandi og ein slík avgerð so løtt at taka, at man uttan at himprast kann halda 40 lesandi fyri gjøldur? Hesi yvir 40 lesandi við fleiri ára arbeiðsroyndum skulu undir at útbúgva seg meira, so tey kunnu verða við til at lyfta fakliga støðið enn hægri. Fyri fleiri er hetta lykilin til víðari útbúgving, sum aftur viðførir bestu kvalifiseraðu førleikarnar, til gagns fyri okkum øll. Hetta verður bara strikað frá degi til dags!
Undrunarvert er, at so lítið er at hoyra um hesa avgerðina í samfelagnum. Tað er sera undarligt, at als einki er at frætta frá nøkrum, hvørki veitara ella móttakara av sjúkrarøkt. Hevði væntað og vónað, at okkurt politisk graml fór at standast av hesum, men ikki eitt orð! Ein kann freistast til at hugsa, at orsøkin er at talan er um eitt kvinnufak burturav. Ein kann freistast til at hugsa, at hetta hevði aldrin komið fyri, um talan var um annan fakbólk enn sjúkrarøktarfrøðingar. Lítil og eingin virðing er fyri sjúkrarøktarfrøðifakinum – hetta sæst í øllum førum aftur í lønarstøðinum – og nú eisini handfaringini av teimum mongu, sum skuldu undir ískoytisútbúgvingina.
Niðurstøðan má so vera, at vit sum samfelag ikki ynskja bestu fakligu førleikar, tá tað kemur til sjúkrarøktarfrøði! Hetta er púrasta í andsøgn við mín fakliga stoltleika og sum samfelagsborgara í Føroyum!
Súsanna Funding
B.Sc í sjúkrarøktarfrøði