Álitisfólkaval stendur fyri durum, og hevur tú hug at gera tína ávirkan og økja um tína vitan innan fakfelagsarbeiði, er møguleiki til tað nú.
Álitisfólk fáa høvi at læra um álitisfólkavirksemi, sáttmálan, lógir, sáttmálasamráðingar v.m.. Við øktari vitan økist eisini áhugin fyri arbeiðinum.
Álitisfólkið er knýtt at ávísum arbeiðsplássi og hevur beinleiðis samband við Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar. Harumframt hava álitisfólkini samstarv sínámillum og hava møguleika at samstarva við álitisfólkini innan aðrar yrkisbólkar.
Tað er sera umráðandi fyri samstarvið millum limirnar og nevnd/fyrisiting felagsins, at álitisfólk eru á so nógvum arbeiðsplássum sum gjørligt.
Útfyll tí uppstillingarseðilin
Til gagns fyri teg sjálva og tínar starvsfelagar.
Uppstillingarlistin skal verða felagnum í hendi seinast 23. September 2024