Fólkaheilsuráðið stóð saman við Klaksvíkar Sjúkrahúsið og Tryggingarfelagnum fyri einum heilsubási á Sjómannadegnum í Klaksvík.
Fýra sjúkrarøktarfrøðingar av Klaksvíkar Sjúkrahúsið mátaðu langtíðarblóðsukur hjá yvir 100 vitjandi. Tey mátaðu eisni blóðtrýst og feittprosent.
Harafturat mátaðu tey lungafunksjón hjá fólki yvir 35 ár og sum royktu. Tey vóru eini 50 fólk.
Einir 2-4 persónar høvdu høgt blóðsukur uttan tó at hava sukusjúku.
Fleiri vóru sum høvdu ov høgt blóðtrýst. Tey vórðu biðin um at fyljga við blóðtrýstinum.