Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, ákærdi í tíðindunum í Kringvarpinum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fyri at seta lív í vanda. Hetta er ein sera grov ákæra, ið ikki kann góðtakast.
Tað er væl skiljandi, at Jan Mortensen er eitt sindur stúrin, tí at samráðingur við námsfrøðingarnar ikki ganga eftir vild. Men vit frábiðja okkum at verða drigin inn í hesar samráðingar og átala, at hann ákærir okkara fakbólk fyri at seta lív í vanda.
Undir samráðingunum við Fíggjarmálaráðið gjørdist tað okkum greitt, at samráðingartoymið, við Jan Mortensen á odda, als ikki skilti álvarsligu støðuna, ið valdaði á føroysku sjúkrahúsunum. Hóast arbeiðssteðgurin tá hevði vart í tvær vikur, og okkara limir dagliga sóu, hvussu hetta ávirkaði sjúklingin, so var als eingin vilji til semju frá Fíggjarmálaráðnum.
Fyri at tryggja eina loysn, áðrenn lív komu í vanda, valdu vit at trýsta Fíggjarmálaráðið til at skilja álvaran. Hetta varð gjørt við at fráboða arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við hesum stigi fingu vit eina loysn á truplu støðuni, ið Fíggjarmálaráðið hevði sett sjúklingin í.
Vit funnu saman við fíggjarmálaráðharranum eina loysn, ið báðir partar kundu liva við, og tí kennist tað sera hugstoytt, at stjórin á lønardeildini nú aftan á kemur við tílíkum álopi á okkum.
Óluva í Gong, forkvinna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar