Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vísir í svari til fyrispurning í løgtinginum á, at umsøkjaratalið til at lesa sjúkrarøktarfrøði er høgt og út frá hesum staðfestir hon, at støðan er góð á økinum.
Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gleðist um, at umsøkjaratalið til at lesa sjúkrarøktarfrøði liggur í einari góðari legu. Støðan í okkara grannalondum er ein onnur. Har mangla tey umsøkjarar til sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina og tað er álvarsamt.
Vit skulu als ikki vera bláoygd. Vit mugu gera alt fyri at umgangast at koma í somu truplu støðu, sum okkara grannalond.
Talið av umsøkjarum kann ikki brúkast sum ein umbering fyri ikki at gera nakað fyri sjúkrarøktarfrøðisyrkið. Ístaðin eiga vit at gera alt vit kunnu fyri at fasthalda talið av umsøkjarum fyri framhaldandi at styrkja yrkið soleiðis, at vit í Føroyum veita øllum okkara borgarum eina dygdargóða heilsutænastu.