Soljóðandi skriv er handað stjóranum á lønardeildini í kvøld:
Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boða frá víðkaðum arbeiðssteðgi galdandi fyri:
- Allar limir felagsins, ið starvast á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi.
- Øll undantaksloyvir, ið eru játtaði til Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús verða samstundis tikin aftur.
Galdandi frá týsmorgni 21. november 2017 kl 07:00.