Vegna ov fáar umsóknir til starvið, verður tað hervið endurlýst.
Er tú tann vit sóknast eftir?
Er eldraøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegið og hegnið til áhaldandi at menna tilboðið til búfólk á eldrabústovni, so er tað møguliga tær vit sóknast eftir.
Barnsburðarfarloyvisstarv sum varadeildarleiðari í tíðarskeiðnum 15.04.2024 – 01.07.2025 er leyst at søkja. Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran.
Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum, Heilsuhúsið og tvær búeindir.
Miðstova er ein av trimum deildum á Lágargarði, við 16 plássum. Lágargarður er 36 ára gamal og umhvørvið rundanum er sera náttúruvinarlig. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Miðstova er ein røktardeild, har vit stremba eftir høgari fakligheit og leggja dent á at arbeiða viðurkennandi í einum lærandi umhvørvi. Tað er av týdningi fyri okkum, at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Starvið
Talan er um áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum. Varadeildarleiðarin er virkin partur av røktini á deildini, men tíð er eisini sett av til leiðslu og fyrisitingarligar uppgávur. Tú hevur, saman við deildarleiðaranum, ábyrgd av tí sjúkrarøktarfakliga arbeiðinum á deildini, har tú áhaldandi arbeiðir við dygdarmenning, at meginreglur, trygdarskipanir og -krøv vera fylgd, og við at implementera nýggjar arbeiðshættir. Tú býtir røktaruppgávur út í mun til førleikar hjá starvsfólkum, og virkar saman við deildarleiðaranum fyri, at deildin er nøktandi mannað. Tú tryggjar skjalfesting, at røktarætlanir vera gjørdar fyri búfólkini, og at tær vera fylgdar og dagførdar.
Tú arbeiðir við menning av starvsfólkunum og miðlar/undirvísir bæði ástøðiliga og í praksis. Tú stendur á odda fyri klinisku útbúgvingini á deildini, og saman við deildarleiðaranum skipar tú innleiðslu, upplæring og undirvísing av nýggjum starvsfólkum og lesandi.
Saman við deildarleiðaranum skipar tú setanartilgongdir av nýggjum starvsfólkum, og leggur til rættis arbeiðsætlanir, frítíðar- og feriuætlanir. Tú virkar fyri at fremja eitt gott arbeiðsumhvørvið, og góðum samstarvi við aðrar deildir og stovnar.
Tú ert virkandi leiðari, tá ið deildarleiðarin er burturstaddur.
Tú arbeiðir tætt saman við hinum báðum varadeildarleiðarunum á Lágargarði og við leiðsluni á heiminum.
Vit ynskja okkum varadeildarleiðara sum hevur
- prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði, umframt arbeiðsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
- útbúgving sum kliniskur vegleiðari ella ætlan um at taka útbúgvingina
- vitan og royndir innan eldraøkið
- væl skipað og hevur gott yvirblik
- aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning, umframt hugflog, myndugleika og áræði at seta í verk og gjøgnumføra tiltøk, sum støðugt skulu betra um fakligu dygdina, eins væl og trivnaðin
- góð samskiftis- og samstarvsevni bæði tá tað ræður um starvsfelagar, borgarar, avvarðandi og samstarvspartar
- førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga
- ert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi
Vit bjóða
- útbúgving sum kliniskur vegleiðari, og møguleika fyri víðari fakligari menning
- felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á deildini
- Undirvísing í skipanum s.s. Vaktplan, E-løn og 3V
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- ávirkan á innihaldið í tilboðum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni
Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!
LØN- OG SETANARTREYTIR
Talan er um starv á starvsbrøki 1,0, sum verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Arbeiðstíðirnar eru dagvaktir mitt í viku. Starvsbyrjan er 1.mai 2024 ella skjótast tilberð.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Arnleyg Haraldsen, deildarleiðara, tlf 509625 ella arnleygh@torshavn.fo , ella til Ingunn Eidesgaard tlf. 224115 ella ingune@torshavn.fo
Umsókn við prógv, lívsrensl (CV) og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til: torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina „Barnsburðarfarloyvisstarv varadeildarleiðari á Miðstova”.
Umsóknarfreistin er 15.apríl 2024