Mikudagin 15. november skipar Krabbameinsfelagið fyri undirvísing og almennum fyrilestri um, tá krabbamein ávirkar kynslívið
Bæði sjúka og viðgerð av krabbameini kunnu geva sálarlig og kropslig árin, sum ávirka kynslívið.
Hvørjir møguleikar eru fyri at viðgerða kynsligar trupulleikar í samband við sjúku og viðgerð av krabbameini?. Og hvussu kunnu heilsustarvsfólk ráðgeva í truplum spurningum um kynslív?
Hetta eru m. a. spurningar, sum tær báðar Anette Højer Mikkelsen serfrøðingur í sexologiskari ráðgeving, kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur, cand.cur. og Birgitte Schantz Laursen serfrøðingur í sexologiskari ráðgeving og lektor, p.hd.fara at undirvísa í og ráðgeva um. Báðar starvast tær á ‘Sexologisk Center’ á Aalborg Universitetshospital.
Undirvísing fyri heilsustarvsfólk verður á Hotel Hafnia mikudagin 15. november kl. 14.00 – 16.00
Undirvísingin er ætla: heilsustarvsfólki – læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, v.fl., sum koma í samband við krabbameinssjúklingar, bæði kvinnur og menn, ið kunnu væntast at hava árin á kynslívið í samband við sjúku og viðgerð av krabbameini.
Heitið á undirvísingini er:
Hvussu kann sjúka og viðgerð ávirka kynslívið? Hvussu kunnu heilsustarvsfólk á bestan hátt ráðgeva í kynsligum spurningum, og í størri mun draga kynslívið inn, sum ein natúrligan part av heilsuarbeiðinum.
Tiltakið er ókeypis
Vinarliga boða frá luttøku á 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo, í seinasta lagi týsdagin 14. november kl. 15.00.
Almennur fyrilestur um tá krabbamein ávirkar kynslívið
Fyrilesturin verður á Hotel Hafnia mikukvøldið 15. november frá kl. 19.00 til 21.30
Heiti á fyrilestrinum er: Seksulogisk ráðgeving tá kynslívið verður ávrikað av sjúku og viðgerð av krabbameini. Likamligar og sálarligar trupulleikar, sum standast av viðgerð fyri ávísar krabbameinsjúkur, og um, hvørjir møguleikar eru, fyri at fáa hjálp. Eisini koma tær inn á evni sum inkontinens (ringt við at halda uppá vatnið), venjingar av kokubotni og hjálpitól.
Tiltakið er ókeypis
Vinarliga boða frá luttøku á 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo í seinasta lagi týsdagin 14. november kl. 15.00.