Vit standa spyrjandi eftir seinasta útspælið frá Fíggjarmálaráðnum. Tølini, ið tey borðreiða við, eru langt frá tølunum, ið okkara limir síggja á lønarseðlunum. Vit afturvísa staðiliga hesi tøl.
Tað er undir alt lágmark, støðugt at royna at grugga við villeiðandi tølum. Hetta er óvirðiligt og minnir um lótir, ið vit hava sæð í amerikanskum politikki seinastu tíðina.
Hvør er tað, sum skrivar hesi tíðindaskrivini hjá Fíggjarmálaráðnum?
Sunnudagin kom eitt skriv, har Fíggjarmálaráðið boðaði frá, at tað fór at kosta landinum hundraðtals milliónir, um tey valdu at rætta lønarskeivleikan hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Í gjár kom so eitt skriv, har tey boðaðu frá, at vit longu fáa somu løn, sum aðrir fakbólkar við somu útbúgvingarlongd. Hetta hongur ikki saman.
Komið heldur aftur til samráðingarborðið! Tykkara treiskni gongur bara út yvir sjúklingarnar.